USA fer úr París-avtaluni

USA fer úr París-avtaluni
Hetta er onnur ferðin, at Donald Trump sum forseti tekur USA úr altjóða veðurlagsavtaluni
Tað var sttt eftir, at Donald Trump var tikin í eið sum forseti í gjár, at hann boðaði frá, at hann tekur USA úr París-avtaluni.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.01.2025 - 09:18

Donald Trump, forseti, tekur USA úr Paris-avtaluni.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Altjóða veðurlagsavtalan var samtykt í París 12. desember 2015. Endamálið er at halda alheims upphitingini niðan fyri tvey stig og at avmarka upphitingina til hálvtannað stig.

 

180 lond við í avtaluni

Meira enn 180 lond hava mótvegis ST bundið seg til minka útlátið í sínum landi. 

Málini skulu herðast, og ætlanin er at dagføra tey fimta hvørt ár.

Avtalan kom formliga í gildi í 2016.

 

Biden broytti avgerðina

Í 2017 boðaði Trump frá, at USA fór at taka seg úr avtaluni. Avgerðin kom ikki í gildi fyrr enn 4. november 2020, dagin eftir, at Trump tapti forsetavalið. 

USA kom tó upp í aftur verðurlagsavtaluna, tá ið Joe Biden, nú fyrrverandi amerikanskur forseti, hevði sín fyrsta arbeiðsdag í Hvítu húsunum. 

Men nú hevur Trump so aftur tikið USA úr París-avtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572