Gera føroyska loysn til Mobile Pay

Gera føroyska loysn til Mobile Pay
Miðað verður eftir, at skipanin fer at virka í Føroyum í øðrum ársfjórðingi í ár, men ymsar fortreytir skulu lúkast fyrst
Føroyingar skulu eisini fáa møguleika at brúka Mobile Pay.
 
22.01.2025 - 16:30

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at fáa Mobile Pay at virka í Føroyum.

Tað sigur Turið Finnbogadóttir Arge, forstjóri í Føroya Banka. 

Men broytingar í virkseminum hjá Mobile Pay tykjast nú at slóða veg fyri, at ein føroysk loysn kann finnast.  

 

Turið Finnbogadóttir Arge. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Miðað verður eftir, at skipanin fer at virka í Føroyum í øðrum ársfjórðingi í ár, men ymsar fortreytir skulu lúkast fyrst.

Hoyr samrøðu við Turið Finnbogadóttir Arge:

 

22012025_Mobile_Pay_og_Turid

.

Mobile Pay er ein app á telefonini, sum ger tað lættari hjá fólki at flyta pengar  og keypa vørur, uttan at brúka terminalar, gjaldskort og bankar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettup
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Hósdag 19. november
RagnarRokk 19.november 2026
216177
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565