Pensjónsaldur skal ikki setast upp 

Pensjónsaldur skal ikki setast upp 
Ístaðin fyri einsíðugt at seta pensjónsaldurin upp, eigur ein eldrapolitikkur at verða gjørdur, so at tey sum ynskja tað, kunnu sleppa at arbeiða longur
Fakfelagssamstarvið er ikki fyri at hækka pensjónsaldurin.
 
25.01.2025 - 13:00

Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag

- Fyri at eggja fólki til at vera longri á arbeiðsmarknaðinum er neyðugt við einum munagóðum eldrapolitikki á arbeiðsmarknaðinum, og at verandi politikkur verður endurskoðaður, siga tey seks fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum.

Tí mæla tey til eitt trípartasamstarv, har fakfeløg, politiska skipanin og Føroya Arbeiðsgevarafelag koma ásamt um ein munagóðan eldrapolitikk fyri arbeiðsmarknaðin.

Tey sjey fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum eru Føroya Lærarafelag, Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Starvsfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

 

Jacob_Eli_S_O_250124

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846