Avvarðandi: Himmalrópandi skomm at tyrlurnar ikki altíð eru tøkar

Avvarðandi: Himmalrópandi skomm at tyrlurnar ikki altíð eru tøkar
Sjúklingur í Suðuroy mátti siglast til Havnar við Brimli, tí tyrlan hjá Atlantsflogi var ikki tøk
Tað vildi so illa til, at hvørgin tyrlan hjá Atlantsflogi var tøk, tá tørvur var á sjúkraflutningi úr Suðuroy.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.01.2025 - 13:13

- Tað er ein himmalrópandi skomm, at tyrlurnar hjá Atlantic Airways ikki eru tøkar allar dagar í árinum til sjúkraflutning. 

Tað sigur Anita Farstad av Tvøroyri, sum er avvarðandi hjá sjúklingi, ið mátti siglast til Havnar, tí at tyrlan ikki var tøk. Sjúklingurin fekk tí ikki so skjóta viðgerð, sum hann átti at fingið.

 

Brimil.

 

Talan var um ein 86 ára gamlan mann, sum annars var væl fyri, og hevði givið seyði fyrr um dagin, sum fekk blóðtøpp í heilan.

Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, sigur, at tað er sera óheppið, tá ið eingin tyrla er tøk, tí tað er ikki altíð, at øll hjálp kann gevast á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29012025_Tyrla_og_sjukraflutningur

 

 

 

   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449