Handilsvinnan: Eiga at vanda okkum meira um orðingarnar

Handilsvinnan: Eiga at vanda okkum meira um orðingarnar
Fleiri handlar hava fingið átalu frá Brúkaraumboðnum fyri at brúka orðið "tilboð" um søluvørur, tá ið hetta ikki samsvarar við marknaðarføringarlógina
Eyðvør Berg er forkvinna í Handilsvinnufelagnum.
 
17.02.2025 - 14:50

- Vit eiga at vanda okkum meira um orðingarnar. 

Tað sigur Eyðvør Berg, forkvinna í Handilsvinnufelagnum, nú fleiri handlar hava fingið átalu frá Brúkaraumboðnum fyri at brúka orðið "tilboð" um søluvørur, tá ið hetta ikki hevur verið í samsvari við marknaðarføringarlógina.

 

Rannvá Sólheim er brúkaraumboð.

 

Sambært Brúkaraumboðnum hava fleiri handlar sett vøru á tilboð, hóast vøran ongan undanprís hevur - ofta, tí hon ongantíð hevur verið sett til sølu fyrr. Tá kann ikki vera talan um tilboð sambært marknaðarføringarlógini, tí tað ber ikki til at samanbera tilboðsprísin við nakran annan søluprís.

Eyðvør Berg heldur, at í summum førum átti tað helst at itið "niðursettur" prísur heldur enn "tilboð."

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17022025_Ja_takk-tilbod

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065