Bolsonaro ákærdur fyri kvettroynd

Bolsonaro ákærdur fyri kvettroynd
Fyrrverandi brasilski forsetin og 33 onnur eru ákærd í málinum
Jair Bolsonaru, fyrrverandi forseti í Brasil, er ákærdur fyri kvettroynd.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.02.2025 - 09:02

Fyrrverandi brasilianski forsetin, Jair Bolsonaro, er nú - av brasilianska ríkisákæranum - ákærdur fyri kvettroynd.

Tað skrivar Reuters.

Sambært ákæruni vóru Bolsonaro og 33 onnur fólk við í kvettroyndini. 

Kvettroyndin var stutt eftir, at Jair Bolsonaro hevði tapt valið fyri núverandi forsetanum, Lula, í 2022.

 

Trokaðu seg inn í tjóðartingið

Í januar í 2023 trokaðu viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro, seg inn í tjóðartingsbygningin og hægstarættarbygningin í høvuðsstaðnum, Brasilia, og framdu herverk.

Longu í november var politiið liðugt við sítt kanningararbeiði. Politiið kom til ta niðurstøðu, at Bolsonaro hevði verið beinleiðis uppi í ætlanunum.

Bolsonaro hevur fleiri ferðir noktað seg sekan í ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040