Nógvar umvælingar gjørdar umborð á Emerald

Nógvar umvælingar gjørdar umborð á Emerald
Emerald kostaði okkurt um 400 milliónir krónur. Hann kom í juli í 2023 og hevur fyri tað mesta fiskað í Barentshavinum
Emerald hevur ligið á Havnini seinastu dagarnar. Trolarin fer nýggjan rækjutúr í Barentshavið í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2025 - 09:41

Nogvar umvælingar eru gjørdar umborð á rækjutrolaranum Emerald, hóast skipið bara er hálvtannað ár. 

Emerald kostaði okkurt um 400 milliónir krónur. Hann kom í juli í 2023 og hevur fyri tað mesta fiskað í Barentshavinum.

Hann hevur landað rækjurnar í Tromsø. 

 

Jákup Joensen verður skipari á Emrald næsta túrin. (Mynd: Frants Jensen)

 

Tað hava verið fleiri avbjóðingar, og ymsar umvælingar eru gjørdar so hvørt. Seinastu mánaðirnar hevur Emerald verið á skipasmiðju í Danmark.

Rækjufiskiskapurin byrjar vanliga ikki, fyrr enn komið er nakað inn í februar, so skipið hevur ikki mist so nógva fiskitíð.

Jákup Joensen, sum verður skipari næsta túrin, væntar, at nú fer tað at rigga betur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19022025_Emerald

 

Emerald fer nýggjan túr seinnapartin í dag. Tríggir serkønir vera við fyri at tryggja, at alt riggar, sum tað skal.

Farið verður aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum, men eftir ætlan verður onkur túrur eftir toski gjørdur í heyst.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715