Á Breddanum: Friðarsamráðingar um Ukraina

Á Breddanum: Friðarsamráðingar um Ukraina
Í sendingini verður spurt, um tað kann væntast, at Ukraina og Evropa eisini fáa sess við samráðingarborðið
Frá samráðingarfundinum millum amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov, í Saudiarabia fyrr í vikuni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.02.2025 - 09:25

Evropa roynir av øllum alvi at finna fótafesti eftir toppfundin millum Russland og USA, sum var í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, fyrr í vikuni. 

Í dag spyrja vit, hvat hetta merkir fyri Evropa, og um tað kann væntast, at Ukraina og Evropa fáa sess við borðið, tá samráðst verður um frið.

Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, kemur í útvarpsstovuna. 

Og so spyrja vit eisini Tór Marna Weihe, serkønan í russiskum viðurskiftum, hvat Russland í grundini hevur fingið burtur úr fundinum í Saudiarabia. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025