Vónbjørt Vang innstillað at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Vónbjørt Vang innstillað at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
Kunngjørt verður 21. oktober, hvør vinnur
Vónbjørt Vang fekk M.A. Jacobsen virðisløn í heyst, Nú er hon innstillað at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins.
Mynd: Ólavur Frederiksen  
 
27.02.2025 - 08:58

Vónbjørt Vang og yrkingasavn hennara "Svørt orkidé" eru innstillað til at fáa bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

13 onnur verk og aðrir høvundar eru innstillað. 

Kunngjørt verður 21. oktober, hvør vinnur.

Virðislønin, 300.000 danskar krónur, verður latin á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi 28.  oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890