Løgtingsforkvinnan: -Teir eru happarar og búllar

Løgtingsforkvinnan: -Teir eru happarar og búllar
Bjørt Samuelsen, løgtingsforvinna, heldur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og varaforsetin, J.D. Vance, uppføra seg sum happarar og búllar
 
28.02.2025 - 23:35

Eisini løgtingsforkvinnan hevur hvassar meiningar um tað, sum hendi í Hvítu Húsunum í kvøld., Hon skrivar soleiðis á Facebook fyri løtu síðani:

"Amerikanarar hava betri uppiborið enn ein forseta og varaforseta, sum uppføra seg sum ringastu happarar og búllar. At hugsa sær, at børn og ung skulu hoyra og síggja, at soleiðis uppføra landsins fremstu menn seg. At USA sleppur at søkka so djúpt, er ikki til at skilja".

Bjørt Samuelsen er ein av mongum evropiskum politikarum, sum í kvøld taka frástøðu frá atburðinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, og sum vísa fullan stuðul til ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858