Gongur skeivan veg við kvinnurættindum

Gongur skeivan veg við kvinnurættindum
Í nærum fjórða hvørjum landi vóru kvinnurættindi fyri afturstigi í 2024, skrivar ST
Altjóða kvinnudagur er í dag
 
08.03.2025 - 10:17

Í dag er 8. mars, sum er altjóða kvinnudagur.

Ein frágreiðing hjá ST vísir, at í 2024 vóru kvinnurættindi fyri afturstigi í nærum fjórða hvørjum landi.

Og hóast 87 lond nú hava ella hava havt eina kvinnu sum ovasta leiðara, so er enn langt eftir á mál til veruliga javnstøðu.

"Tá ið kvinnur og gentur kunnu reisa seg, trívast vit øll," sigur ST-aðalskrivarin António Guterres millum annað í sínum boðskapi til í dag.

"Men í staðin fyri at gera javnstøðu til eitt høvuðsrák, síggja vit, at høvuðsrákið er kvinnuhatur," sigur hann.

"Saman mugu vit standa sterk í at gera mannarættindi, javnstøðu og kvinnumátt til ein veruleika hjá øllum kvinnum og gentum, fyri allar, allastaðni," sigur ST-aðalskrivarin.

Framgongd er kortini eisini at síggja á ymsum økjum, tá tað ræður um javnstøðu og kvinnurættindi. ST skrivar, at síðan 1995 hava lond kring heimin gjørt 1.531 lógarbroytingar, sum hava verið fremjandi fyri javnstøðu. 

Talið av kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, er minkað við einum triðingi, og kvinnulig umboðan í tjóðartingum er meir enn tvífaldað seinastu 30 árini, skrivar ST.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167