Sivilverkfrøðingur: Vit eiga at gera rýmingarleið úr trygdarrúmum

Sivilverkfrøðingur: Vit eiga at gera rýmingarleið úr trygdarrúmum
- Tað er ikki nokk at hava trygdarrúm í Suðuroyartunnilin, men vit eiga eisini at gera rýmingarleið úr trygdarrúmunum, heldur Fríðrik Heinesen úr Landsverki
 
11.03.2025 - 18:59

Seinasta fríggjadag varð ein váðameting almannakunngjørd og løgd afturat verandi váðametingini, sum Norkonsult hevur gjørt fyri Tunnilsfelagið. Hetta er í samband við at uppskotið um Suðuroyartunnilin, sum kemur fyri løgtingið hósdagin.  

Ein av niðurstøðunum er, at tunnilin skal hava trygdarrúm fyri hvørjar 500 metrar. 

Fríðrik Heinesen, sivilverkfrøðingur í Landsverki, sigur, at í Føroyum hava vit ikki nakrar ávísar reglur vit skulu fylgja, tá tað kemur til trygd í undirsjóvartunlum, men at vit vanliga royna at leggja okkum eftir norskum ella ES standardum.

Fríðrik Heinesen heldur, at vit eiga eisini at hugsa um tryggar rýmingarleiðir úr trygdarrúmunum. 

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Fridrik_Heinesen_um_rymingarleidir

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717