LS-stjórin tekur í egnan barm í sexsismu-málum: Ikki nóg gott

LS-stjórin tekur í egnan barm í sexsismu-málum: Ikki nóg gott
Hóast Steinar Eirikstoft, stjóri í Landssjúkrahúsinum, hevur sagt alment, at tey hava nøktandi mannagongdir at takla sexismu, so hevur tað ikki verið nóg gott, ásannar hann nú
 
13.03.2025 - 09:27

Landssjúkrahúsið fer at styrkja skipanina, har starvsfólk kunnu boða frá eitt nú sexismu, happing og øðrum trupulleikum á arbeiðsplássinum. 

Tað sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.

"Hóast eg í hesum meldrinum fyri einum mánaði síðani alment segði, at vit hava nøktandi mannagongdir á Landssjúkrahúsinum til at handfara trupul mál sum sexismu, so hava seinastu vikurnar víst, at tørvur er á einari betri fráboðanarskipan. Henda skipanin skal í størri mun lagast eftir tørvinum hjá viðkomandi, sum hevur eitthvørt viðkvæmt at siga við leiðsluna," sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Í tíðindaskrivinum verður staðfest, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum góðtekur á ongan hátt sexismu. 

"Vit kunnu hvørki sum stjórar, leiðarar ella menniskju annars góðtaka, at nakar er fyri órøttum á Landssjúkrahúsinum," stendur í skrivinum. 

 

Leiðslan harmast

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum harmast um, at kvinnur, sum starvast á Landssjúkrahúsinum, hava verið fyri sexistiskum atburði, sum er koið fram í miðlunum seinastu tíðina.

Tað var Frihedsbrevet.fo, ið fyrst varpaði ljós á trupulleikarnar við sexisum á Landssjúkrahúsinum. Fleiri kvinnur, ið starvast á Landssjúkrahúsinum, traðkaðu alment fram og søgdu sína søgu um trupulleikarnar við sexismu á Landsjúrkahúsinum. 

Sjúkrahúsleiðslan hevur eftirmett miðlaumrøðuna og tikið hana til eftirtektar. 

Nú heldur sjúkrahúsleiðslan, at tað er skilagott at styrkja fráboðanarskipanina og víðka hana við einari varskógvaraskipan, har starvsfólk ónevnd kunnu samskifta við Starvsfólkadeildina.

 

>>Les alt tíðindaskrivið frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672