- Misti meg burtur í leiklutinum sum tulkur

- Misti meg burtur í leiklutinum sum tulkur
VIKUGESTURIN: Elin Neshamar Olsen hevur føroysk foreldur, men er uppvaksin í Paamiut í Grønlandi. Hon elskar bæði londi, men fjølmentaða bakgrundin hevur givið eitt rótloysi
Elin frammanfyri barnaheiminum í Paamiut
 
15.03.2025 - 14:04

Elin Neshamar Olsen hevur torført við at lýsa seg sum antin føroyingur ella grønlendingur. Tí hon er bæði. Hon hevur føroysk foreldur, men er uppvaksin í Paamiut í Suðurvesturgrønlandi. Síðani hon var 15 ára gomul, hevur hon ferðast nógv til Føroya, og búð her í longri tíðarskeiðum. Tað at vaksa upp við ymsum mentanum hevur verið gott, áhugavert og gjørt meg rúmliga sum menniskja, heldur Elin. Men mentanarligi tvídrátturin hevur eisini havt við sær eitt rótloysi:

- Í Grønlandi føldi eg meg onkuntíð sum føroyingurin í Grønlandi, og í Føroyum kendi eg meg sum grønlendarin í Føroyum. So tað var torført at finna útav, hvar heima var? Tað gav eitt rótloysi, sum eg onkuntíð stríðist við enn, men sum nú mest bara ein partur av mær, sigur Elin.

Elin hevur lisið grønlendskt mál, bókmentir og mentan á universitetinum í Nuuk, og lat spesialið inn í januar mánaða. Hon býr í dag í Klaksvík saman við føroyska manni sínum Nicolas Olsen, og hevur egið virkið, har hon mest umsetur og tulkar í og úr grønlendskum. Eitt nú hevur Elin gjørt grønlendsku/føroysku orðabøkurnar í samstarvi við Sprotan. Elin hevur tilvitað valgt eitt fleksibult arbeiðslív, so hon hevur møguleika fyri at ferðast aftur og fram millum Grønland og Føroyar, tí rótloysið er ikki heilt burtur:

- Eg eri gift og búgvi í Klaksvík, men eg havi ikki slept sambandinum við Grønland. Tey seinastu árini havi eg arbeitt innan málfrøðiliga heimin har, so eg havi eitt bein í hvørjum landi, og tað vóni eg, kann halda áfram, smílist Elin.

 

Góður barndómur í Paamiut

Elin hevur havt ein sera góðan og tryggan barndóm í Paamiut, har 1200 fólk búgva í dag. Í 90´unum vóru fáir bilar í býnum, og tí var frítt at spæla - eisini á vegunum. Veðurlagið er gott har suðuri í Grønlandi, og náttúran tætt við, og tí spældu børnini nógv úti. Men Elin merkti eisini til ymsar sosialar trupulleikar eitt nú av alkoholismu, og danska ávirkan var sjónlig í barnaskúlanum, tí har vóru nógvir, skiftandi danskir lærarar, sum hvørki dugdu grønlendskt  ella kendu til grønlendska mentan. Tað kundi hava við sær misskiljingar, og ofta bleiv Elin brúkt sum tulkur:

- Tað var sera stór útskifting av lærarum, og teir flestu kendu hvørki til grønlendska mentan ella mál, so tað var nokso strævið. Fleiri næmingar tosaðu bert grønlendskt, og tí kundu málsligar og mentanarligar misskiljingar standast – til dømis tí humorið var ymiskt. Tað kom meira enn so fyri, at onkur knútur mátti loysast, og tá bleiv eg ofta biðin um at tulka, vísir Elin á.  

 

Kolonialisman kom eisini til sjóndar í Paamiut
Seinastu árini hevur stórt fokus verið á dansku kolonialismuna í Grønlandi, sum hevði við sær ein moderniseringspolitikk, sum nútímansgjørdi siðbundna, grønlendska veiðusamfelagið sera skjótt, ikki virdi inuittmentanina, og sum við blokkinum á 4,5 milliardir í dag og mongu donsku starvsfólkunum í bæði almenna og privata  geiranum, hava bundið Grønland til Danmarkar. Kolonialisma hevði eisini við sær tvangsflytingar av heilum bygdum, tí tær vóru ov dýrar at reka, og burturflyting av børnum til Danmarkar, sum skuldu mentast eftir donskum leisti.  

Eitt mál, ið hevur fylt nógv seinastu árini er spiralátakið, sum danskir mynduleikar setti í verk fyri at tálma fólkavøkstrinum, tí hann hevði ov nógvar útreiðslur við sær. Í 60´unum og 70´unum og longri fram fingu yvir 4500 kvinnur og ungar gentur heilt niður í 12 ára aldur spiral - ofta uttan kunning og samtykki frá foreldrunum. Talan var um ein stóran part av fertilu kvinnunum í Grønlandi, og spiralurin hevur millum annað havt við sær, at nógvar kvinnur seinni høvdu torført við at fáa børn og nakrar blivu sterilar. Í 2022 stevndu 143 kvinnur danska statinum, har tær krevja endurgjald fyri brot á mannarættindir, og í løtuni ger danski staturin eina frágreiðing um málið, sum væntandi verður liðug í ár. Hóast Elin ikki persónliga hevur merkt nakað til spiralkampagnuna, so hava hendingarnar skelkað hana, og hon kennir gentur um hennara aldur, ið hava fingið spiral í Paamiut:

- Eg haldi, at tað er eitt skakandi mál, og eg kenni gentur, sum hava fingið spiral í Paamuit í 90´unum. Tær eru á mínum aldri, so tað kundi verið eg. Men so havi eg hinvegin hugsað, at tað kundi helst ikki verið eg, tí eg eri hvít. Og tað er skakandi at hugsa sær, sigur Elin. 

 

Misti seg sjálva burtur í leiklutinum sum tulkur

Studentatíðin hjá Elin í Nuuk var góð og spennandi. Millum annað bleiv hon biðin um at tulka av tveimum kanadiskum sálarfrøðingum, sum ferðaðust runt í Grønlandi og høvdu skeið í sálarheilsu. Tey høvdu eisini eina útbúgving innan sálarheilsu, sum Elin tók aftaná student. Men í sambandi við útbúgvingina fekk Elin ein kensluligan niðurtúr. Hon misti seg sjálva burtur í tvídráttinum millum mentanir og í leiklutinum sum tulkur. Sum tulkur royndi hon altíð at vera fitt, rúmlig, greiða misskiljingar og skapa semjur, og hon helt, at tess ósjónligari hon var, tess betur var hennara arbeiði sum tulkur. Men hetta hevði persónligar avleiðingar: 

- Eg hevði tulkað í nógvum samanhangum, og at enda misti eg meg sjálva burtur. Eg upplivdi, at eg sum tulkur kundi hjálpa og loysa misskjiljingar og trupulleikar við at vera fitt. Eisini var mín fatan, at tess meira ósjónlig eg var í tulkingini, tess betur var arbeiðið. Men eg dugdi ov illa at lurta eftir mær sjálvari, og hvat eg vildi og hevði uppá hjarta. So tað var eisini ein leitan eftir, hvør eg var, og hvat mín leiklutur í lívinum var. Skuldi eg bert vera ein leygleiðari í lívinum, spurdi Elin seg sjálva.

 

Nógvar arbeiðsuppgávur í framtíðini – í Føroyum og Grønlandi
Elin trívist væl í Føroyum, men er glað fyri at arbeiði hennara er fleksibult, og at hon kann arbeiða bæði í Føroyum og Grønlandi. Hon sær nógvar spennandi arbeiðsuppgávur fyri sær frammyvir:

- Mín útbúgving er innan málfrøði, bókmentafrøði og miðlafrøði, so hon er nokso breið innan samskifti, so eg síggi nógvar møguleikar bæði í Føroyum og Grønlandi og millum londini. Eisini arbeiði er sum ferðaleiðari um sumrarnar. So eg geri eitt sindur av hvørjum, og tað er helst eisini orsakað av mínum rótloysi, sum ger, at eg illa klári at hava eitt fast starv, men havi brúk fyri fjølbroytni eisini í arbeiðslívinum. Eg eri sera takksom fyri, at tað ber til, og tað er eitt stórt privilegium, smílist Elin.


Lurtið eftir allari samrøðuni við Elina her

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949