Eldsbruni og streymslit í Heathrow

Eldsbruni og streymslit í Heathrow
Stóra altjóða floghavnin í London verður stongd restina av degnum
Eldurin kyknaði í eini transformarastøð, sum endaði við at standa í ljósum loga.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.03.2025 - 07:52

Ein av størstu floghavnum í Evropa, Heathrow í London, er stongd, fyribils til á midnátt, eftir eldsbruna og streymslit í nátt.

Eldurin kyknaði í eini transformarastøð, sum endaði við at standa í ljósum loga, samstundis sum tað elvdi til umfatandi streymslit í floghavnini.

Sambært Reuters vóru í minsta lagi 120 flogfør á veg til Heathrow, tá eldurin kyknaði, og hesi máttu øll beinast til aðrar floghavnir.

 

 

Og tað fer eisini at hava stóra ávirkan á flogferðsluna, at Heathrow verður stongd restina av degnum.

Tvær aðrar floghavnir eru í London - Stanstead og Gatwick - men tær eru væl minni enn Heathrow, og kunnu ikki taka ímóti øllum flogførunum, sum nú mugu finna sær aðra floghavn.

Sambært FlightRadar24 verða í minsta lagi 1.351 flogferðir ávirkaðar av hesum restina av degnum og kvøldinum. Og roknast kann við, at flogferðslan fer at verða ávirkað næstu dagarnar eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979