Jana Mittún: Heimavøllurin verður avgerandi

Jana Mittún: Heimavøllurin verður avgerandi
Skulu føroysku hondbóltskvinnurnar standa seg í EM-undankappingini, verður heimavøllurin týdningarmikil, tí eingin dystur ímóti Montenegro, Ísland og Portugal verður lættur
Jana Mittún rennur undan kroatunum í EM í vetur. Í oktober byrjar nýggj EM-undankapping
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
21.03.2025 - 09:17

Skal føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum spæla seg til EM, skulu úrslitini á heimavølli vera góð.

Tað heldur føroyski bakspælarin, Jana Mittún, eftir lutakastið til undankappingina í gjár, har Montenegro, Ísland og Portugal komu úr EHF-bollanum saman við Føroyum.

 - Vit vita, at um vit skulu hava nakran møguleika móti nøkrum av liðunum, skulu vit spæla øgiliga væl. Eg vænti, tað verður týdningarmikið at hava ein sterkan heimavøll, har vit fáa nøkur stig, sigur Jana Mittún úr Viborg.

 - Somuleiðis skulu vit hava nøkur óvæntað stig og topp-avrik.

 

Gleða seg til Ísland

Í seinastu EM-undankappingini vóru Føroyar eisini í bólki saman við Íslandi. Dysturin í Føroyum var javnur leingi, áðrenn Ísland fór undan síðstu løtuna, og í Íslandi varð forargilsi um 24-20 tapið skjótt vent til gleði um kortini at hava spælt seg til endaspælið.

 - Tá taptu vit báðar dystirnar, men eg haldi, vit allar vilja hava revansju, so teir dystirnar gleða vit okkum til, staðfestir Jana Mittún. 

Eins og hjá monnum tykist Portugal vera eitt lið á veg fram, meðan Montenegro endaði heilt frammi á 8. plássi til EM-endaspælið í vetur.

 - Montenegro er ein øgiliga sterk hondbóltstjóð á kvinnusíðuni. Tær plaga at hava ein øgiliga sterkan heimavøll, og á onkran hátt spæla tær nógv við hjartanum og kenslum. Tær hava nógvar øgiliga góðar leikarar á hægsta stigi, og dystirnir móti teimum verða øgiliga torførir, sigur kviki bakspælarin, sum væntar eina krevjandi undankapping.

 - Einki lið í bólkinum fer at geva okkum ein lættan dyst, so vit vita, at tað fer at krevja nógv. Tað fer at vera rættiliga spennandi og læruríkt fyri okkum.

Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki og fýra teir bestu trý'ararnir spæla seg til endaspælið, og fyrstu dystirnir í undankappingini verða í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576