Donald Trump strikar trygdargóðkenningar

Donald Trump strikar trygdargóðkenningar
Joe Biden, Kamala Harris og onnur hava ikki longur nakra trygdargóðkenning, tí hana hevur Donald Trump strikað
 
22.03.2025 - 10:44

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur tikið trygdargóðkenningar aftur frá fyrrverandi forseta, politikarum og embætisfólki, skrivar BBC.

Tað er annars vanligt, at fyrrverandi forsetar og poltikarar við høgari tign hava varðveitt sínar trygdargóðkenningar, sum eitt tekin um virðing, hóast politikararnir ikki hava brúkt hetta at fáa atgongd til loyniligt tilfar. Men nú missa fólk sum Joe Biden, Kamala Harris og Hillary Clinton sínar trygdargóðkenningar.

Í 2021 gjørdi táverandi forseti, Joe Biden, nakað tað sama móti Donald Trump. Tá fekk hann noktað atgongd til loynilig skjøl við tí grungeving, at hann var ikki til at stóla uppá. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751