Týskland og Frakland finnast at handtøku í Turkalandi

Týskland og Frakland finnast at handtøku í Turkalandi
Politisk kapping skal ikki fremjast gjøgnum dómstólar og fongsul, sigur talsfólk fyri týska uttanríkisráðið
Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul, er handtikin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.03.2025 - 08:58

Týskland og Frakland fordøma hvassliga, at andstøðupolitikarin, Ekrem Imamoglu, er handtikin og situr í fongsli.

- Politisk kapping skal ikki fremjast gjøgnum dómstólar og fongsul, sigur talsfólk fyri týska uttanríkisráðið.

Imamoglu, sum var borgarstjóri í Istanbul, var í síðstu viku handtikin í sambandi við skuldsetingar um mutur og yvirgang.

Hann vísir øllum skuldsetingum aftur og heldur, at málið er politiskt.

- Vit vænta, at skuldsetingarnar verða kannaðar við størsta opinleika, og at tilgongdin er grundað á meginreglurnar í rættarsamfelagnum, stendur í týsku fráboðanini.

 

Álop á fólkaræðið

Eitt talsfólk fyri franska uttanríkisráðið kallar fongslingina av Imamoglu fyri eitt álop á fólkaræðið.

Talsfólkið ger eisini vart við, at Turkaland hevur sagt seg fara at verja rættindini hjá andstøðupolitikarum, og leggur aftrat, at virðing fyri hesum skyldum hevur stóran týdning í turkiskum viðurskiftum, eins og í sambandinum millum Turkaland og ES.

Í gjár var atkvøðugreiðsla í størsta andstøðuflokkinum í Turkaland, CPH, har valevni til forsetavalið í 2028 skuldi veljast. 

 

Stórar mótmælisgongur hava verið í Turkalandi seinastu í dagarnar í sambandi við at borgarstjórin í Istanbul er handtikin. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Fekk meira enn helvtina av atkvøðunum

Og Ekrem Imamoglu, borgarstjórin í Istanbul, fekk meira enn helvtina av atkvøðunum, skrivar AFP.

15 milliónir vóru á vali, sambært tølum frá ráðhúsinum í Istanbul, og 13.211.000 atkvøddu fyri Imamoglu.

Einki verður tó sagt, um Imamoglu alment er tilnevndur forsetavalevni hjá CPH.

Flokkurin skírir støðuna at vera eina kvettroynd at forða Imamoglu at bjóða sitandi forseta, Recep Tayyip Erdogan, av á næsta forsetavali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. desember
Vikuskiftið 12 des 2025
201447
Fríggjadag 12. desember
RagnarRokk: Louis Wittmann um Blood Is The Price
201420
Fríggjadag 12. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Sommerson Band
201419
Fríggjadag 12. desember
Morgunlestur fríggjadagur 12.desember 2025
201348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356