Fær íblástur frá vitlíki

Fær íblástur frá vitlíki
Hvat er at gera, tá innihaldið í køliskápinum ikki leggur upp til tað heilt stóra? Spyr tá vitlíki, heldur Michael Koba
 
26.03.2025 - 13:17

Í staðin fyri at brúka oksakjøtið til vanliga 'kjøtsós og spagetti' døgurðan, valdi Michael Koba at spyrja vitlíki um íblásur, og endin var, at familjan át norðurafrikanskan rætt við couscous í staðin, uttan at tað stóra skuldi keypast inn.

Tað kann kennast eitt sindur undarligt at tosa við sjálva telefonina, og at hon svarar tær aftur, viðgongur Michael, men úrslitið er ikki at fara skeivur av. Heima hjá Michael hava tey síðan ársbyrjan etið rættir, sum tey annars ikki høvdu runnið teimum til hugs, um ikki tað var fyri uppskotunum frá vitlíki.

- Eg havi ongantíð gjørt suðurkoreanskan mat fyrr, sigur Michael, tá hann hevur víst ChatGPT tað, hann eigur í køliskápinum, og uppskotini øll leggja seg í suðurkoreanska køkin.

Orsøkin, til at Michael byrjaði at spyrja vitlíki um hjálp, var, at tey í hansara húski høvdu hug til at leggja kostin um og eta sunnari. Serliga vóru tað tvey ting, sum tey løgdu dent á. Maturin skuldi ikki longur vera ovvirkaður og so skuldi hann vera kolesterolvinarligur, og uppskriftirnar, Michael hevur fingið, hava hildið seg innan fyri hesi ynski.

Hesaferð gjørdist uppskriftin kálwraps við tun, grønmeti og kimchi

1734055

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342