Á Breddanum: Hvussu hevur tú tað?

Á Breddanum: Hvussu hevur tú tað?
Svarini í nýggjastu kanningini vísa, at stórir samfelagsbólkar hava so stórar, fíggjarlgar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað
Nýggjasta frágreiðingin hjá Heilsustýrinum verður viðgjørd í Breddanum í dag.
 
03.04.2025 - 08:40

Hvussu hevur tú tað?

Ein at síggja til óskyldigur spurningur, ofta settur í vanligum práti millum manna.

Men spurningurin kann eisini stinga djúpt. Og hann kann setast breitt.

Fyri triðju ferð eru føroyingar - í breiðum høpi - spurdir, hvussu vit hava tað.

Fyrstu ferð var í 2015, síðani í 2019 og so aftur í 2023, tá 8.000 fólk í Føroyum blivu spurd. Tveir triðingar svaraðu.

Hóast 2023 ljóðar langt síðani, so eru svarini ikki almannakunngjørd fyrr enn nú. 

Svarini geva eina mynd av føroyska samfelagnum, sum hevur flutt og broytt seg nógv síðstu árini. 

Og svarini vísa eitt samfelag, har stórir samfelagsbólkar nú hava so mikið stórar, fíggjarligar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað. Eitt samfelag, har sosiala kontraktin millum ættarliðini er um at skrædna og vit í staðin grava alsamt djúpri gjáir millum fólk í Føroyum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286