Rampan á Syðradali verður breiðkað til Teistan

Rampan á Syðradali verður breiðkað til Teistan
Ætlanin at flyta rampuna í ferjuleguni í Skopun til Syðradals er slept
Rampan í ferjuleguni á Syðradali verður breiðkað, so Teistin eisini kann brúka hana.
 
10.04.2025 - 08:54

Rampan í ferjuleguni í Skopun verður kortini ikki flutt til Syðradals í Kalsoynni.

Í staðin skal verandi rampa á Syðradali breiðkast, so Teistin fær lagt at.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum í gjár svaraði spurningi frá Beini Johannesen, løgtingsmanni hjá Fólkaflokkinum:

 

10042025_Ferjulega_a_Sydradali

 

Í fjør var  biðið um 7,7 milliónir kr. í eykajáttan til at flyta rampuna úr Skopun.

Nú avgjørt at breiðka ferjuleguna á Syðradali, verður hon lagað soleiðis til, at nýggj ferja á kalsoyarleiðini eisini kann brúka hana. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342