Leiguíbúðir til sølu

Leiguíbúðir til sølu
Tær 48 íbúðirnar Undir Kongavarða á Argjum standa á grundøki, sum privat felag keypti bíliga frá Tórshavnar Kommunu við tí treyt, at tað einans kundi brúkast til leiguíbúðir
Tær blivu bygdar sum leiguíbúðir, við kommunalum stuðli, men verða nú seldar sum eigaraíbúðir. Myndin er lýsing frá meklarafyritøkuni Betri Heim, sum í dag setti hesa íbúðina til sølu.
 
16.04.2025 - 18:15

Ein av størstu, privatu leigubústaðareindum í Tórshavnar Kommunu verður nú seld sum eigaraíbúðir. Tað snýr seg um tær 48 leiguíbúðirnar, sum felagið MARK fyri fáum árum síðani lat byggja Undir Kongavarða á Argjum. Tørvur var á leiguíbúðum til svanga leigu-bústaðar-marknaðin í høvuðsstaðnum, og í 2019 seldi Tórshavnar Kommuna eitt 10.500 fermetrar stórt øki til smápartafelagið NN Holding, sum eigur Mark. 

Keypsprísurin er 157 krónur fermeturin. Tilsamans 1.648.500 krónur fyri 10.500 metrar av byggilendi í høvuðsstaðnum.

Afturfyri tryggjar Tórshavnar Kommuna sær í skeytinum, at her kunnu bert byggjast leiguíbúðir við tilhoyrandi felagshúsi, skúrum og líknandi. Eisini tryggjar Tórshavnar Kommuna sær, at kommunan fær grundstykkið aftur fyri sama keypsprís, um so er at keyparin av einhvørji orsøk ikki megnar at byggja tær leiguíbúðir, sum ætlanin er at byggja.

Avtalan millum Tórshavnar Kommunu og smápartafelagið NN Holding verður undirskrivað á sumri í 2019, og so fer felagið MARK ígongd við at byggja tær 48 leiguíbúðirnar.

 

Ætlaðu at byggja 96 íbúðir

Við til søguna hoyrir eisini, at MARK upprunaliga ætlaði at byggja tvífalt so nógvar íbúðir Undir Kongavarða. Og tað fekk felagið eisini av fyrstan tíð loyvi til frá Tórshavnar Kommunu. Men eftir nógv og hørð mótmæli og kærur frá grannunum í økinum - sum hildu at pláss als ikki er fyri 96 íbúðum har - bleiv byggiætlanin skorni niður í helvt.

Kommunan royndi at sleppa sær burturúr hesum við at lova privata felagnum at tey skuldu sleppa at byggja hinar 48 íbúðirnar onkra aðrastaðni í kommununi. Men eina slíka avtalu hevur ein kommuna ikki heimild at gera, staðfesti Kommunala Eftirlitið. Og í 2020 stevndi felagið NN Holding, sum eigur fyritøkuna MARK, bæði Tórshavnar Kommunu og Kommunala Eftirlitinum eftir endurgjaldi. 

Felagið metti seg hava ein fíggjarligan miss, nú tey ikki sleppa at byggja 96 leiguíbúðir, men bara 48.

 

Bara til leiguíbúðir

Tað er tó ongantíð nakar ivi um, at MARK skal byggja leiguíbúðir og einki annað. Tað stendur í tinglýsta skeytinum, tá felagið keypir 10.500 fermetrar stóra grundstykkið frá Tórshavnar Kommunu fyri góðar 1,6 milliónir krónur. Og felagið fær eisini meirvirðisgjaldið endurrindað frá Taks, tá felagið fer ígongd við at byggja. Tilsamans 13 milliónir krónur. Taks tinglýsir eisini upphæddina í ognini, soleiðis at Taks kann fáa pengarnar aftur, um ognin verður brúkt til annað enn leiguíbúðir.  

 

Politisk kúvending 

Men so hendir ein kúvinding í málinum. Fyri einum ári síðani er knappliga ikki longur talan um leiguíbúðir. Tórshavnar Kommuna strikar serliga servituttin, sum er tinglýstur á grundstykkinum Undir Kongavarða, og sum greitt sigur at her kunnu bara vera leiguíbúðir. Og Tórshavnar Kommuna strikar eisini ásetingina, sum sigur at ognin ikki kann seljast víðari uttan góðkenning frá kommununi.  

Skjølini í málinum vísa, at frammanundan hevur umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu staðiliga mælt frá at gera eina slíka avtalu. Umsitingin skrivar millum annað at "Við at loyva sundurbýti í eigaraíbúðir, er vandi fyri, at talið á leigubústøðum minkar, og er hetta ikki í samsvari við bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu."

Í grundgevingini fyri umsóknini at býta ognina sundur í eigaraíbúðir skriva umsøkjararnir millum annað at "Hetta verður einamest gjørt fyri at tryggja peningastovninum eitt betur pant og okkum møguleika fyri at sleppa burtur úr verkætlanini uppá sigt."

Hetta heldur umsitingin hjá Tórshavnar kommunu tó ikki vera nakra haldgóða orsøk hjá kommununi til at broyta støðu, og kemur tí við hesi niðurstøðu: "Mett verður ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at tryggja peningastovninum eitt betri pant fyri sínum lánum, og tískil verður ikki mett, at kommunan kann taka hetta atlit við í sína meting, tá ið avgerð skal takast um at lova eigarunum at býta ognina sundur í eigaraíbúðir."

Eisini staðfestir umsitingin hjá kommununi, at skuldi lendið verið selt til eigaraíbúðarbygging, hevði kostnaðurin verið munandi hægri enn tær 157 krónur fyri fermeturin, sum kommunan seldi lendið fyri.

Kommunustjórin, deildarleiðarin á byggimálsdeildini og deildarleiðarin á Stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu mæla tí frá at strika servituttin, sum sigur at økið bara kann brúkast til leiguíbúðir.

Býráðspolitikararnir lurta ikki eftir hesari ráðgeving, og umsóknin frá MARK verður gingin á møti. Vit vita ikki neyvt, nær avtalan millum Tórshavnar Kommunu og NN Holding er gjørd.

Men á býráðsfundi 23. november 2023 verður einmælt samtykt at ganga ynskinum frá MARK á møti og strika servituttin. Avgerðin verður síðani tinglýst á ognina, 20. februar 2024.

 

Leiguíbúðir á sølulista

Við strikaða servituttinum kann privata felagið MARK fara víðari við síni ætlan. Felagið kann nú gera við íbúðirnar, tað sum felagið hevur hug til. Og tað ger MARK eisini. 

16. desember 2024 verða tær 48 leiguíbúðirnar Undir Kongavarða við tinglýsing býttar sundur í 48 eigaraíbúðir.

Og í dag kom tann fyrsta á sølulista hjá mekrarafyritøkuni Betri Heim. Prísurin er 3,9 milliónir krónur fyri 97 fermetrar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. mai
Vikuskiftið 9 mei 2025
191679
Fríggjadag 9. mai
Góðan morgun Føroyar
191642
Fríggjadag 9. mai
Morgunlestur fríggjadagur 9.mai 2025
191024
Hósdag 8. mai
RagnarRokk 8.mai 2025
190931
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. mai
Veðrið
191675
Fríggjadag 9. mai
KAKUMiKS (6:7)
191658
Fríggjadag 9. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191644
Hósdag 8. mai
Hondbóltur: Kosovo - Føroyar
191625