Poesiin liggur í tøgnini

Poesiin liggur í tøgnini
VIKUGESTURIN: Sakaris Stórá, sum er háaktuellur við filminum Seinasta paradís á jørð, var vikugestur í vikuni
 
26.04.2025 - 13:13

- Hetta er mín mest persónligi filmur higartil.

"Seinasta paradís á jørð" gongur í løtuni í biografunum, og í mai mánað skal hann vísast í 40 donskum biografum, haðani hann fer víðari út í heim. 

Sakaris Stórá hevur skrivað filmshandritið og leikstjórnað filmin, sum higartil hevur fingið góð skotsmál og ummæli. 

Ein reyður tráður gjøgnum filmarnar hjá Sakarisi Stórá hevur verið menningin hjá ungum fólkum, sum onkursvegna eru eitt sindur øðrvísi. Sjálvur hevur Sakaris altíð følt seg øðrvísi, og tað ger hann enn. Hesin filmurin er eisini meira persónligur enn aðrir filmar, men fyri tað snýr hann seg ikki um Sakaris sjálvan.

- Eg havi tikið nógv við, sum er frá mínum umhvørvi og frá tí, sum eg havi sæð og upplivað.

38 ára gamli Sakaris Stórá er uppvaksin í Skopun, og eins og høvuðspersónurin arbeiddi hann nøkur ár á flakavirki, har hann droymdi seg burtur. Og tað var filmurin, sum var fremst í hansara dreymum, tí longu sum heilt lítil fekk hann stóran áhuga fyri at skapa ein veruleika á lørifti.

Hann kennir tað sum eina skyldu at geva føroyskari mentan film, og har gongur hann saman við í øðrum í løtuni undan at skapa eina føroyska siðvenju og eitt føroyskt filmsmál.

- Tað stuttliga við tí er at føla, at man er partur av einari menning. Eg føli, at eg geri mun onkursvegna, og tað er øgiliga meiningsfult. At geva føroyskum máli eitt pláss á filmi. 

At brúka føroyska málið í stórfilmum er ikki altíð so lætt, tí vit hava onga siðvenju fyri, hvussu okkara mál ljóðar á filmi. 

- Av tí vit ikki hava ta siðvenjuna, so er tað altíð ein stór avbjóðing at arbeiða við málinum og eisini verumátanum, tí hvussu er føroyingar í filmi. Tað var slíkt, sum eg ikki ordiliga var tilvitaður um, fyrr enn eg fór í gongd við tað.

Filmarnir hjá Sakarisi - eisini Seinasta paradís á jørð - eru friðarligir, og teir geva rúmd fyri, at áskoðarin sjálvur tulkar. 

- Eg geri sjálvur filmar, har eg royni at hava sum minst av dialogi. Mær dámar betri at fortelja við kenslum og myndum. Kenslur eru eisini meira universallar enn eitt mál, sum 50.000 fólk tosa. 

- Eg royni at hava eitt so livandi mál sum møguligt, og so lati eg poesiina liggja í tøgnini.

Hoyr alla samrøðuna við Sakaris Stórá. 

1739951

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203