Talv: Blaðunga Lisa norðurlendskur meistari

Talv: Blaðunga Lisa norðurlendskur meistari
Føroyska Lisa J. Xin vann um vikuskiftið kappingina Nordic Girls Chess Championship, og kann kalla seg norðurlendskan meistara í gentutalvi
 
28.04.2025 - 08:49

Føroyska Lisa J. Xin hevur vunnið norðurlandameistaraheitið í talvi fyri gentur.

Tað gjørdi hon, tá hon vann Nordic Girls Chess Championship í aldursbólkinum fyri gentur føddar í 2012 ella seinni.

10 ára gamla Lisa J. Xin var styrkismett sum nummar níggju undan kappingini, men telvaði trygt og sannførandi alla kappingina. Endin var, at hon vann fýra talv og gjørdi javnt í einum og fekk sostatt heili 4½ stig av 5 møguligum, skrivar Talvsamband Føroya.

Harafturat fekk hon heiðurin av at hava telva besta talvið í 2. umfari, tá hon vann ímóti einum finna.

Føroyar vóru eisini umboðaðar av Natasju Mørkøre, sum fekk eitt stig í kappingini.

Helena Egilstrøð Jensen, ið er búsitandi í Danmark, var eisini við í kappingini, og ætlanin er, at hon skal skifta til at umboða Føroyar í frammtíðini, skrivar Talvsamband Føroya.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392