Onnur hvør bók er týdd

Onnur hvør bók er týdd
Seinastu fimm árini hevur Nám givið út 20 bøkur um árið, og Bókadeildin hjá Lærarafelagnum gevur 65-70 týddar bøkur út um árið
Týðing er ikki eitt endamál í sær sjálvum hjá Námi, sum ger mest upprunatilfar, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2025 - 10:12

Onnur hvør bók, sum Nám gevur út, er týdd.

Seinastu fimm árini hevur Nám givið út 20 bøkur um árið.

Umleið helvtin eru týðingar.

Bókadeild Føroya lærarafelags gevur út 65-70 týddar bøkur út um árið.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur svarað Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi um týðingar.

 

407.000 kr. at keypa rættindi

Í 2024 brúkti Bókadeildin 406.700 kr. til at keypa rættindi og prentfílur og 363.145 kr. til teirra, sum týða.

Einki neyvt tal er um, hvussu nógv Nám hevur brúkt til týðingar.

Týðing er ikki eitt endamál í sær sjálvum hjá Námi, sum ger mest upprunatilfar, svarar landsstýrismaðurin.

Á Fróðskaparsetrinum ber til at taka skeið í týðing. 

Annars verður ikki gjørd nøkur útbúgving í týðing, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423