Nú er Friedrich Merz nýggjur kanslari í Týsklandi

Nú er Friedrich Merz nýggjur kanslari í Týsklandi
Hóast Friedrich Merz fyrr í dag, sum tað fyrsta kanslaravalevnið nakrantíð ikki varð valdur til kanslara longu í fyrsta umfari, so glapp tað í øðrum umfari
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.05.2025 - 16:05

Friedrich Merz er nýggjur kanslari í Týsklandi. 

Tað hendi hóast hann fyrr í dag sum tað fyrsta kanslaravalevnið nakrantíð ikki varð valdur longu í fyrsta umfari. Hann skuldi brúka 316 atkvøður, men fekk bara 310, og tað kom púra óvart á.

Tá fyrsta umfar var liðugt, var ógreitt, um tað í heila tikið bar til at hava eitt nýtt valumfar í dag.

Men eftir kreppufund í Samveldistinginum komu partarnir til ta niðurstøðu, at annað umfar kundi haldast í dag, og so fór tingið aftur til arbeiðis, fyrst til orðaskifti og síðan at atkvøða.

Og nú er so greitt, at Friedrich Merz, sum er formaður fyri CDU/CSU, verður næsti samveldiskanslari í Týsklandi. Í øðrum valumfari fekk hann 325 atkvøður, meðan 289 atkvøddu ímóti honum. Ein atkvøða var blonk.


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Friedrich Merz tekur við eftir Olaf Scholz og skal leiða samgongustjórnina við SPD, sum átti kanslaran áðrenn valið, sum var í Týskalndi í februar. Tá fekk CDU/CSU 28,5 prosent av atkvøðunum, og SPD fekk 16,4 prosent.

Eftir ósigurin í fyrsta umfari var gitt um, hvør orsøkin til úrslitið mundi vera, og millum møguleikarnar vóru, at Merz hevur slakað fyri skuldarbremsuni, sum Angela Merkel kom við í síni tíð, og sum setir avmarkingar fyri, hvussu nógvar pengar tað almenna kann brúka.

Ein onnur orsøk kann vera, at Merz áðrenn týska valið atkvøddi saman við høgraflokkinum Alternative für Deutschland, ella AfD, um at herða reglurnar fyri innferðarloyvi til Týsklands.

Beint eftir fyrra valumfar segði Alice Weidel, forkvinna í AfD, at Merz átti at leggja frá sær. Hon skrivaði á X, at atkvøðugreiðslan vísti, hvussu tunt grundarlagið undir nýggju stjórnini er, og at nýval átti at vera sum skjótast. 

Men so var ikki, tí Merz er nú samveldiskanslari í Týsklandi.


Mynd: Ritzau/Scanpix
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863