Kærustovnurin: Lógligt at læsa barn inni í einarúmi á stovni

Kærustovnurin: Lógligt at læsa barn inni í einarúmi á stovni
Tað var lógligt, tá starvsfólk á einum stovni avgjørdu at læsa eitt barn inni í einrúmi fyri at verja starvsfólk, onnur børn og barnið sjálvt, sigur Kærustovnurin
Tilvildarlig mynd, ið er uppsett, og annars einki samband hevur við málið
Mynd: Shutterstock.com  
 
09.05.2025 - 12:15

Fyri fyrstu ferð viðgjørdi Kærustovnurin í fjør eina kæru um tvingsil í barnaverndarlógini og tvingsilslógini.

Málið var um ógvisliga bráðfeingisstøðu á stovni, sum barnaverndin brúkar.

Starvsfólkini avgjørdu at læsa barn inni í einrúmi fyri at verja starvsfólk, onnur børn og barnið sjálvt.

 

Serlig fyriskipan í kjallaranum

Serlig fyriskipan var gjørd í kjallaranum á stovninum, har barnið búði.

Hendan fyriskipanin var í gildi í meira enn tríggjar mánaðir. 

Niðurstøðan hjá Kærustovninum var, at talan var um ógvisliga hending, har starvsfólkini vóru sett í avbjóðandi støðu.

Inntrivið var lógligt, er niðurstøðan hjá Kærustovninum.

 

Málið kom fram í sambandi við annað mál

Kærustovnurin fekk kæruna, eftir at hann var vorðin varugur við málið í sambandi við annað mál, sum  
Kærsutovnurin hevði.

Kærustovnurin gjørdi vart við ymisk viðurskifti í sambandi við málið.

Millum annað um kæruvegleiðing og advokat. 

Úrslitið bleiv, at Kærustovnurin fekk kæruna.

 

Eiga ikki at fremja størri vald enn neyðugt

Kærustovnurin vísti eisini á, at tað áliggur myndugleikanum at hava skerpað vit, tá ræður um avgerðir um inntriv í sjálvsavgerðarrættin hjá fólki.

Grundleggjandi mannarættindi eiga at vera vird. 

Myndugleikin eigur ikki at fremja størri vald enn neyðugt.

Eisini áliggur myndugleikanum at skjalfesta tíðarskeiðið, slíkt inntriv varar, út í æsir.

Kærustovnurin átalar, at myndugleikin ikki helt skyldurnar, sum liggja á honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096