Umfarssjúkur í Føroyum: Fólk tordu ikki at til Havnar at gera ørindi

Umfarssjúkur í Føroyum: Fólk tordu ikki at til Havnar at gera ørindi
Smittur ferðaðust støðugt millum londini á eurasiska meginlandinum og gjørdu fólk mótstøðufør. Tær komu við størri millumbilum til Føroyar, ið tískil ikki blivu mótstøðuførðar
 
11.05.2025 - 13:50

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Fyrstu ferð vit hoyra um umfarssjúkur í Føroyum er í íslendskum árbókum, sum nevna, at eitt skip úr Bergen í 1349 hevði sóttina við sær til Føroyar. 

Aðrar farsóttir, sum trupult var at verja seg ímóti, herjaðu eisini í Evropa, og tær komu eisini til Føroya við ferðafólkum umborð á skipum. 

Í 1651, 1709, 1725 og í 1801 komu tær vandamiklu pokurnar, sum gjørdu av við nógv fólk í 1700-talinum, til Føroyar við ferðafólki umborð á skipum hjá einahandlinum. 

Í 1781 komu meslingarnir til Føroya og teir komu aftur í 1846. 

 

Føroyar blivu ikki mótstøðufør

Í mun til londini á eurasiska meginlandinum, har smittur støðugt ferðaðust millum londini og gjørdu fólk mótstøðufør, so komu smittur við størri millumbilum til oyggjasamfeløg sum Føroyar, sum ikki høvdu mótstøðuføri. 

Tær gjørdu tí eisini størri skaða. 

Í 1707 gjørdu pokurnar av við 30% av fólkinum í Íslandi. 

 

 

Tordu ikki til Havnar

Í 1651 var Havnin so hart rakt, at fólk tordu ikki at fara til Havnar at gera ørindi í einahandlinum. 

Tey sjúku vórðu slept uppá fjall, fólk tordu av ótta fyri smittuni ikki at hjálpa teimum sjúku, at geva teimum mat ella at jarða deyð. 

Kortini breiddist smittan til onnur øki í landinum, eisini til ta meira avbyrgdu Suðuroynna.  

Í Norðoya vártingsbók í 1715 siga bøndur í Norðoyggjum frá sínum forfedrum, at ein hervilig sótt einaferð gjørdi av við øll fólkini í Gerðum. Her kann væl vera sipað til pokurnar í 1651. 

 

75 % av fólkunum doyðu

Tá pokurnar komu aftur til Føroyar í 1709 gjørdu tær øgiligan skaða í Havn, har 250 av 333 fólkum doyðu – 75% av fólkinum. 

Í 1725 herjaðu pokurnar í Leirvík, Fuglafirði og í Gøtu, 47 fólk doyðu, harav 34 børn. 

Fyri at verja seg vórðu einstaklingar, hús ella heilar bygdir, har smitta varð staðfest, avbyrgd frá restini av landinum. 

Í 1709 vóru 15 fólk avbyrgd á Argja Hospitali, harav 12 doyðu. 

Í 1725 vóru bygdirnar avbyrgdar. 


Edward Jenner fann eitt koppingarevni fyri pokurnar í 1798, og tað kom til Føroya umvegis Danmark fyrst í 1800 (Mynd: Canva)

 

Manning sett í sóttarhald í 1801

Pokurnar komu eisini til Føroya í 1801 við einum ferðafólki, men tá eydnaðist at avbyrgja sjúkuna við at setta manningina á skipinum í sóttarhald á Argja hospitali. 

Eingin líkinda verja fekst fyrr enn í 1798, tá enski læknin Edward Jenner fann eitt koppingarevni, sum umvegis Danmark kom til Føroyar fyrst í 1800. 

Meslingarnir, sum komu til Føroya í 1846, høvdu hinvegin við sær, at nærum allir føroyingar vórðu smittaðir. 

 

Fýra til fimm ferðir størri deyðstal í Føroyum

Deyðatalið í Føroyum í 1846 var 4-5 ferðir størri enn miðaltalið fyri árini frammanundan. 

Av teimum 255, sum doyðu í Føroyum í 1846, doyðu 102 av meslingum. 

Tær deyðiligu smitturnar, sum skaptu ótta og ræðslu millum fólk, hava hinvegin við menningini av læknavísindini, koppingarevnum og heilsurøkt, reinføri og føðslu so við og við mist sína oyðandi megi. 

 

 

Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

Brot úr Føroya søgu er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" er fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Fríggjadag 13. juni
Breddin: Støðan í Gasa
193232
Fríggjadag 13. juni
RagnarRokk: Scott Carstairs um Xenotaph
193187
Fríggjadag 13. juni
Morgunlestur fríggjadagur 13.juni 2025
192953
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. juni
Veðrið
193263
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984