Eftir løgtingsvalið í 1920, var umval í Norðstreymoy, tí hol var í hurðini

Eftir løgtingsvalið í 1920, var umval í Norðstreymoy, tí hol var í hurðini
Politiskar nýskipanir í Føroyum, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, Fúlabók, og Dronning Alexandrines Hospital verður tikið í nýtslu
 
12.05.2025 - 11:23

Trý løgtingsval vóru í 1920-árunum. Í 1923 fekk løgtingið egna skrivstovu við skrivstovustjóra, í 1924 varð nýggj vallóg sett í gildi, sum eitt nú hevði við sær, at alt løgtingið verður valt fjórða hvørt ár. Og í 1925 varð Javnaðarflokkurin stovnaður.

Í 1921 vitjaði Christian hin 10., kongur í Føroyum, og í fylginum vóru Alexandrine, drottning, og synirnir, Fríðrikur, krúnprinsur, og Knút, prinsur. Hetta var triðja kongsvitjanin í Føroyum, og vitjað var í Suðuroy, Havnini og í Klaksvík.
Í Havn legði drottningin grundarsteinin til Dronning Alexandrines Hospital, ið varð tikið í nýtslu í 1924.


Dronning Alexandrines Hospital fekk stóran týdning

Við nýggja hospitalinum varð føroyska sjúkrahúsverkið dagført við tí tøkni, sum tøk var tá, og hetta var eisini eitt tekin um, at vit vildu víðari og ikki bara vera á amtshospitalstøði, sigur Pál Weihe, yvirlækni á medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum og professari í fólkaheilsu.

Eftir 1910 fóru tær fyrstu ungu føroysku kvinnurnar til Danmarkar á sjúkrasystraskúla. Og tíggju ár seinri - í 1920, fýra ár fyri Færø Amts Hospital varð niðurlagt, byrjaði ein rættulig útbúgving av sjúkrasystrum í Føroyum, skipað av diakonissunum og medisinska yvirlæknanum á sjúkrahúsinum.

Í 1921 legði Alexandrina, drottning, grundarsteinin til “Dronning Alexandrines Hospital”, og í februar 1924 var nýggja sjúkrahúsið, ið varð teknað av H. C. W. Tórgarð, og sum hevði 65 seingjarpláss, tikið í nýtslu – og hetta var annars samstundis sum fyrstu sjúkrasystrarnar vóru útbúnar í Føroyum.

Nomið verður eisini við hvønn týdning tað fekk, at tað beint fyri ólavsøku í 1921 eydnaðist einum granskingarliði á universitetinum í Toronto undir leiðslu av Frederick G. Bantin at fráskilja ella isolera insulini, og at læknin og bakteriufrøðingurin, Alexander Fleming, í september 1928 av tilvild fann fram til bakteriudrepandi evnini hjá ávísum blámusoppum, ið sum fráleið hevði við sær framleiðsluna av penisillini.

Luttakarar í sendingini eru Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, og Pál Weihe, yvirlækni á medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum og professari í fólkaheilsu.

Tú kanst hoyra sendingina her!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194