Fýra profilar leingja sáttmálan við KÍ

Fýra profilar leingja sáttmálan við KÍ
KÍ hevur fult stigatal og lagið er gott, nú fýra av týðandi spælarunum hava longt sáttmálan við felagið. Teir eru allir yvir 30 ár, men tað er eisini við menning í huga
Páll A. Klettskarð, Magnus Powell, venjari, og Odmar Færø
Mynd: KÍ (ki.fo)  
 
15.05.2025 - 15:06

KÍ hevur longt sáttmálan við René Shaki Joensen, Hall Hansson, Odmar Færø og Páll A. Klettskarð. Hetta eru fýra av teimum mest týðandi spælarunum á liðnum seinnu árini. Hetta er eitt tekin um, at tey í KÍ vilja framtíðartryggja hópin til komandi árini, men venjarin leggur eisini dent á menningina av ungum spælarum. Hesir skulu eisini hava fyrimyndir.

 

Fjølbroytti handverkarin

Fyrstur at skriva undir var 32 ára gamli René Shaki Joensen. Fjølbroytti spælarin úr Havn, sum skifti til KÍ í 2022, hevur havt ein týðandi leiklut seinastu árini. Serliga er tað hansara eginleiki at spæla á fleiri plássum, sum hevur gagnað KÍ væl.

 

- Eg trívist ómetaliga væl í KÍ, og tað er altíð stuttligt at spæla við í toppinum í føroyskum fótbólti. Umhvørvið kring KÍ er eisini fantastiskt, og at spæla á heimavølli, og hoyra og føla uppbakningin frá viðhaldsfólkum er heilt ótrúliga lekkurt, sigur René Shaki Joensen við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Rená Shaki Joensen og KÍ hava longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2026.

magnus_powell_og_rene_shaki_joensen.jpg

Title text: 
Magnus Powell, venjari, og René Shaki Joensen
Caption: 
Magnus Powell, venjari, og René Shaki Joensen

 

Hallur umhugsaði at gevast

- Tað sá rættiliga svart út í fjør, og eg hugsaði eisini, um løtan var komin at gevast, avdúkar Hallur Hansson í samrøðu við heimasíðuna hjá KÍ.

 

32 ára gamli miðvallarin hevur longt sáttmálan við tveimum árum, so hann er galdandi fyri bæði 2026 og 2027. Landsliðsmiðvallarin hevur drigist við skaða í longri tíð, men nú hevur hann tað betur. Tí valdi hann ikki at gevast.

 

- Tíbetur bleiv tað ikki niðurstøðan, tí í ár føli eg meg væl, og tað er sera stuttligt at spæla við fullari orku aftur. Eg føli lítið og onki til pínu, og hugsi fyrst og fremst um at vinna næsta dystin. KÍ hevur alt, góðar umstøður at venja og spæla, viðhaldsfólk ið ganga upp í hetta við lív og sál, og so hava vit eitt sera gott toymi við góðum spælarum, venjarum og hjálparfólkum, sigur Hallur Hansson.

hallur_hansson_og_magnus_powell.jpg

Title text: 
Hallur Hansson og Magnus Powell, venjari
Caption: 
Hallur Hansson og Magnus Powell, venjari

Svangi miðverjin

Søgurnar sendu Odmar Færø til B36 í vetur. Søgan sigur, at tað kom ein fyrispurningur frá árstalsfelagnum, eftir at Heini Vatnsdal hevði skift KÍ út við B36. Nú er greitt, at 35 ára gamli miðverjin verður verandi í KÍ komandi tvey árini.

 

- Eg eri líka svangur enn eftir at vinna og KÍ hevur liðið til at vinna. Ja, tað vóru fleiri onnur lið, ið ryktu í meg, men eg trúgvi fult og fast upp á hetta prosjektið og KÍ. Venjari og hjálparvenjari, saman við teirra toymi, prógva hvønn dag, at teir kunnu lyfta støðið á hesum liðnum. Eg vil vera á einum vinnara liðið, og tað er KÍ, sigur Odmar Færø í samrøðu við ki.fo.

 

Toppskjúttin heldur eisini fram

- Tað var ongantíð nakar ivi um hvar eg skuldi spæla fótbólt, sigur Páll A. Klettskarð. 

 

34 ára gamli klaksvíkingurin er liðksipari og ímyndin av KÍ seinastu nógvu árini. Hann hevur longt sáttmálan við einum ári, so hann er galdandi fyri 2026. 

 

- Eg elski at spæla fyri KÍ, og tað er her eg vil spæla. Liðið mennir seg nógv, og vit hava í ár styrkt okkum sera skilagott á teimum plássum, ið haltaðu eitt sindur í fjør, og tí er framtíðin hjá liðnum sera spennandi, sigur toppskjúttin í felagnum og leggur afturat:

 

- At spæla á heimavølli og merkja rómin frá áskoðarunum er júst tað, sum eg droymdi um, tá ið eg sum smádrongur rann runt her á vøllinum, og vónaði at koma á besta liðið einaferð í framtíðini. Nú havi eg upplivað tað í fleiri ár, og eg blívi ikki troyttur av tí, sigur Páll Klettskarð við einum smíli við heimasíðuna hjá KÍ.

 

Magnus Powell fyrireikar seg

Venjarin hjá KÍ, svenski Magnus Powell, er longu farin at hugsa um framtíðina og komandi tvey árini.

 

- Vit hyggja longu nú inn í komandi kappingarár, og hetta er ein liður í at tryggja okkum ein góðan, kappingarføran og breiðan hóp, sigur Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá KÍ monnum.

 

Tað liggur eisini ein tanki um menning í at leingja við profilarnar á liðnum, hóast allir eru eldri enn 30 ár. Magnus Powell sigur soleiðis um Páll og Odmar:

 

- Teir eru mentanarberar á liðnum. Teir eru komnir eitt sindur upp í árini, men teir ganga altíð fremst, vísa ótrúligan stríðsvilja, eru altíð klárir til hvørja venjing og hvønn dyst. Við teirra hugburði føra vit eisini KÍ-andan víðari, og seta yvirleggjarin høgt, fyri framtíðar menningina av nýggjum spælarum í KÍ. Ungu spælararnir, sum eru á veg fram, skulu síggja hvussu hart arbeiði tað er at vera við í fremstu røð, og tað eru bæði Páll og Odmar ímyndin av, sigur Magnus Powell við heimasíðuna hjá KÍ.

 

KÍ liggur í løtuni á fyrsta plássi við fullum stigatali eftir níggju umførum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Praktikanturin: Jónhild Ferjá Hansen
193692
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. juni
Veðrið
193694
Týsdag 24. juni
3-2 (23. juni 2025)
193685
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626