Á Breddanum: Eurovision - friðarverkætlan ella vígvøllur

Á Breddanum: Eurovision - friðarverkætlan ella vígvøllur
Alt byrjaði í 1956, tá henda mentanarliga friðarverkætlanin kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga. Men er hon vorðin vígvøllur fyri virðum og geopolitikki?
Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen umboðaði Danmark í Eurovision í ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.05.2025 - 08:44

Ársins Eurovision er júst farin aftur um bak.

Alt byrjaði í 1956, tá hendan mentanarliga friðarverkætlanin kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga. 

Ein tónleikakapping, har lond kunnu koma saman og kappast um at vera besta sangtjóðin - heldur enn at stríðast á vígvøllinum. 

Í áratíggju hevur Eurovision verið ein pallur fyri felagsskapi og inklusjón - men eisini fyri spenningi, mótmælum og øðrum umstríddum evnum.

Í dag spyrja vit, um Eurovision framvegis er ein friðarverkætlan - ella er hon vorðin ein vígvøllur fyri virðum og geopolitikki?

Og skulu vit boykotta lond sum Ísrael og Russland, tá teirra stjórnir bróta altjóða normar? Ella skal tónleikurin framvegis sleppa at sameina okkum tvørtur um landamørk?

Breddin í KvF klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472