Lønardeildin gjørt uppskot um nýggjan lønarkarm

Lønardeildin gjørt uppskot um nýggjan lønarkarm
Gongst sum ætlað, verður lønarkarmurin kunngjørdur í dag
Jan Sjóstein er stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2026 - 08:45

Fakfeløgini hava fingið uppskot sendandi frá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum um ein nýggjan lønarkarm. 

Partarnir komu fyri nakað síðan ásamt um, hvussu ein lønarkarmur skal roknast út, og tá varð ein heilt serstakur frymil brúktur.

Samráðingarnar millum partarnar snýr seg tí um onnur viðurskifti, enn lønarkarmin.

Lønarkarmurin fyri undanfarna sáttmálaskeið var 3,87 prosent.

 

Hava bíðað eftir tjóðarroknskapinum

Jan Sjóstein, leiðari á Lønardeildini, sigur, at tey hava bíðað eftir tjóðarroknskapinum fyri at fáa seinastu tølini í frymlinum upp á pláss. Bulurin í lønarkarminum er meðaltalið fyri produktivitetsvøksturin seinastu fimm árini og meðal inflatiónin seinastu trý árini.

Gongst sum ætlað, verður lønarkarmurin kunngjørdur í dag.

Tilsamans 17 fakfeløg eru við í avtaluni um felags lønarkarm, sum skal vera grundarlag undir komandi sáttmálasamráðingum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820