- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manningini á Ernestinu

SKRIVAÐ OG LISIÐ:
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Í svimjihøllini í Klaksvík stendur ein busta av Ziska Jacobsen.
Hann hevði lært seg at svimja í svimjihylinum úti í Grøv frá 1906.
Í 1930 var Ziska í Íslandi við skonnartini Ernestinu, tá ódnaðarveður brast á.
Ernestina var eitt av teimum størstu føroysku fiskiskipunum, sum brøðurnir Jógvan Fríðrikk Kjølbro og Dávur í Gerðum keyptu í 1927.
Stríddust í tíggju tímar
Tann 3. mars 1930 fór Ernestina lagnutúrin av Klaksvík til Íslands við 26 monnum.
Dávur í Gerðum var sjálvur skipari.
Um níggju-tíðina á kvøldið 26. mars rendi Ernestina í illveðri, kavaódn og bítandi kulda á eitt sker undir Bjarnavíkarberginum við Selvog í Íslandi.
Meðan risastórir brotasjógvar skolaðu yvir skipið royndi manningin at lívbjarga sær.
Summir fóru fram í bógvin ella út á spritið, meðan aðrir klintraðu upp í mastrina ella rigningin fyri at halda seg fastar.
Stutt eftir, at Ernestina stoytti, knústu brotasjógvar alt omanav kahyttini.
Fleiri menn vóru tiknir fyri borð, meðan restin í tíggju tímar stríddi seg ígjøgnum illveðursnáttina.
Ziska svam í land
Klokkan sjey á morgni spurdi Dávur, sum hekk uppi í rigninginum, um nakar vildi royna at svimja inn á land.
Ziska, sum hekk í spritinum, loraði seg niður á sjógv.
Hóast tað enn var ódnarveður, so eydnaðist tað Ziska at svimja teir 100 metrarnar frá Ernestinu og inn móti klettunum undir Bjarnavíkarberginum, har brimið tveitti hann uppá helluna.
Tað eydnaðist manningini at fáa eina línu í land, sum Ziska bant um ein klett.
Soleiðis kom stórur partur av manningin í land.
Ziska kleiv upp bergið
Teir gjørdust greiðir yvir, at átta menn vórðu skolaðir fyri borð hesa illveðursnáttina.
Tað eydnaðist eisini Ziska at klintra upp gjøgnum tað loddrætta bergið, haðani hann tveitti eina línu niður til hinar 17, sum síðan kundu lesa seg upp.
Teir fóru til gongu gjøgnum tann tjúkka kavan at leita eftir hjálp
Tveir menn vóru so illa fyri, at teir máttu berast.
Annar doyði, áðrenn teir komu til ein bóndagarð, har teir fingu hjálp og innivist.
Manningin á Ernestinu, ið fór á land á Suðurlandinum í Íslandi 26. mars 1930. 17 bjargaðust, meðan níggju sjólótust. Fýra av teimum komu ongantíð afturíaftur
Níggju menn lótu lív
Dagin eftir fóru íslendingar og nakrir av manningini á vanlukkustaðið.
Ernestinu sóu teir einki til, men vrakpetti sløddust á helluni.
Trý lík vórðu skolað upp á land.
Eitt fjórða lík varð funnið nakað seinni.
Vanlukkan kostaði níggju monnum lívið.
Fýra menn komu ongantíð afturíaftur
Eftir at hava verið í Íslandi í eina viku kom manningin á Klaksvík við “Dronning Alexandrine”, sum eisini hevði fýra líkkistur við.
Líkini av fýra monnum vóru ongantíð funnin.
Stór fjøld stóð fyri teimum á Stangabrúni, sorgin var stór.
400 føroyingar sjólætnir í Íslandi
Ernestina umboðar eina av umleið 70 føroyskum skipsvanlukkum í Íslandi, sum síðan 1882 hava kostað meira enn 400 føroyskum sjómonnum lívið.
Bara í 1920- og 1930-árunum hendu 30 føroyskar skipsvanlukkur í Íslandi, sum kostaðu 258 føroyskum monnum í besta aldri lívið.
Eftir sótu einkjur og nógv faðirleys børn.
Manningin á fiskiskipum kom ofta úr fleiri bygdum, og vanlukkurnar settu djúp spor í føroyska samfelagið, í mentanina og í trúarlívið, sum broyttist nógv hesa tíðina.
Bustan av Ziska Jacobsen stendur sum tekin um hetta syrgiliga og tunga tíðarskeiðið í føroyskari fiskivinnusøgu, og sum tekin um tað bragd, sum Ziska framdi í Íslandi í 1930.
Hoyr Ziska sjálvan greiða frá hendingini
Ziska Jacobsen var ein sera lítillátin maður, og hann tosaði ikki ofta um bragdið, ið hann framdi.
Lítið er at ivast í, at vanlukkan, ið kostaði níggju monnum í bestu árum lívið, fyri eygum hansara, hevur yvirskuggað ta sannroynd, at Ziska bjargaði 17 mannalívum.
Eftir at Útvarp Føroya varð sett á stovn í 1957, vóru fleiri royndir gjørdar at fáa Ziska Jacbosen at greiða frá bragdinum, ið hann framdi, tá Ernestina fór á land á Suðurlandinum í 1930.
Ziska bar seg undan inntil 10. november 1971, tá tað eydnaðist útvarpsmanninum Árna Absalonsen at festa Ziska Jacobsen á band.
Reinsað og stimbrað
Upptøkutólini vóru ikki eins góð tá sum nú, og upptøkan er eisini myndað av, at tað hoyrist, at Árni Absalonsen er fullvæl greiður yvir, at hetta er einasti møguleikin, ið hann fær, at fáa fest Ziska á band. Hann trýstur bara á "record", og vónar at alt kemur uppá.
Tískil er hendan útgávan av hugtakandi samrøðuni við Ziska Jacobsen er reinsað og stimbrað, so hon er týðuligari.
Á upptøkuni hoyrist eisini, hvussu djúpt vanlukkan enn situr í Ziska Jacobsen 51 ár seinni, og hann er vorðin ein eldri maður.
Samrøða við Ziska Jacobsen, 10. november 1971. Árni Absalonsen gjørdi samrøðuna:
Hendingini, tá Ernestina fór á land á Suðurlandinum í 1930, er sera væl umrødd í bókini "Havið tók teir" eftir Óla Jacobsen.
Har er samrøðan við Ziska Jacobsen endurgivin, umframt at nógv av syrgiligu lagnunum, ið knýttu seg at vanlukkuni, eisini verða umrøddar.
Bókin er tøk á heimasíðuni hjá Óla Jacobsen.
LES EISINI: "Havið tók teir"
Brot úr Føroya søgu var samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" var fastur partur av morgunsendingini "Góðan morgun Føroyar" hvønn hósdag í vetrarskránni 2024/25. Í táttinum verður sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.
Hans Andrias Sølvará er professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er søgufrøðingur og hevur verið í starvi á Setrinum síðani 2009, fyrst sum adjunktur, men seinni sum lektari. Hans Andrias Sølvará bleiv útnevndur professari í søgu í oktober 2019. Inntil januar 2024 var hann dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, og frá juli í 2024 hevur hann verið útbúgvingarleiðari á Master á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Lurta eisini á: KVF Ljóð

























