Føroya bjór 110.000 kr. í sekt fyri at selja Essabarr rúsdrekka

Føroya bjór 110.000 kr. í sekt fyri at selja Essabarr rúsdrekka
Hetta er brot á loyvið, sum Føroya bjór fekk at selja fólki, sum vitja Føroya bjór, rúsdrekka, sigur ákæruritið
Føroya bjór er dømt at gjalda 110.000 krónur í bót.
 
10.06.2026 - 12:40

Føroya Bjór hevur í Føroya rætti fingið 110.000 kr. í sekt fyri at selja eigara og starvsfólki í Essabarr í Havn rúsdrekka.

110.000 kr. var kravið hjá ákæruvaldinum.

110.000 kr. eru helvtin av umsetninginum av søluni í Essabarri.  

Meirvirðisgjald er ikki við. Tí tað er goldið.

Talan var um rúsdrekka, sum skuldi skeinkjast í Essabarri, sigur ákæruritið.

 

Lógarbrot

Og tað er brot á loyvið, sum Føroya bjór fekk at selja fólki, sum vitja Føroya bjór, rúsdrekka.

Tað loyvið er latið sambært kunngerð um at flyta inn, gera og selja rúsdrekka.

Sølan í Essabarr var frá 11. desember 2023 til 29. november í 2024.

Føroya bjór fekk loyvi at selja vitjandi rúsdrekka júst tann 11. desember í 2023.

Føroya bjór noktar seg sekt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329