Ferðavinnan eigur at vaksa enn meira

Ferðavinnan eigur at vaksa enn meira
Í løtuni er ferðavinnan 1,6 prosent av BTÚ, men lønsemið í vinnuni er ikki serliga gott, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum
Íkastið hjá ferðavinnuni í bruttotjóðarúrtøkuni er 1,6 prosent. Í Íslandi er ferðavinnan átta prosent av BTÚ.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2025 - 13:10

Hóast ferðavinnan hevur ment seg nógv seinastu árini, eiga vit at gera uppaftur meira fyri at fáa vøkstur í ferðavinnuna.

Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum.

Hann helt fyrilestur á ferðavinnuráðstevnu, sum er í Norðurlandahúsinum í dag. 

 

Johnny í Grótinum. 

 

Hann vísti á, at íløgur eru gjørdar í ferðavinnuna seinastu árini, men lønsemið er ikki serliga gott.

Ferðavinnan í Føroyum umboðar 1,6 prosent av  BTÚ. Til samanbergingar er alivinnan átta prosent. Í Íslandi er ferðavinnan átta prosent av BTÚ. 

Tí heldur Johnny í Grótinum, at møguleikar eru hjá ferðavinnuni í Føroyum at vaksa enn meira. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26052025_Johnny_og_ferdavinna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423