LM Kring Føroyar: Helgi fremstur eftir tveir teinar

LM Kring Føroyar: Helgi fremstur eftir tveir teinar
Helgi Winther Olsen er fremstur í súkklukappingini LM Kring Føroyar eftir tveir teir fyrstu teinarnar. Í dag verður súkklað á Sandoynni
Helgi Winther Olsen fór tíðliga frá hinum og vann sannførandi í Norðoyggjum
Mynd: Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar  
 
30.05.2025 - 10:23

Helgi Winther Olsen hevur lagt seg á odda í Kring Føroyar-súkklukappingini eftir tveir teir fyrstu teinarnar.

Sterki súkklarin vann í gjár í Norðoyggjum og fyrsta teinin í Eysturoynni.

 

Best í Norðoyggjum

Í gjár fór Helgi Winther Olsen avstað tíðliga, og so líðandi savnaðust 12 súkklarar í bólki aftanfyri. Teir royndu at fáa fremsta mannin aftur, men tað eydnaðist kortini ongantíð, hóast munurin minkaði viðhvørt.

 - Oman eftir og á sløttum sá eg, at stóra feltið heintaði skjótt inn á meg, so eg mátti bara súkkla javnt hart, og summar tíðir sera hart fyri at halda munin. Har var ikki ein evarska lítil steðgar frá álopinum í byrjanini, og til eg var á mál, segði Helgi Winther Olsen eftir kappingina.

 


Hilmar Hansen leyp á fýra minuttir frá málinum, og tað eydnaðist honum at vinna nøkur sekund og fáa silvurið. (Mynd: Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar)

 

Tað eydnaðist Hilmari Hansen at sleppa avstað undan stóra bólkinum fýra kilometrar frá málinum, og hann fekk 2. plássið sjey sekund frammanfyri. Jákup Petur Eliassen, sum hevur vunnið kappingina fleiri ár á rað, er ikki eins væl fyri í ár, men hann vann kortini spurtin í stóra bólkinum og fekk bronsuna.

Hjá kvinnum er Súsanna Skylv suveren. Hon kom á mál í stóra bólkinum. Steintóra Erhardsdóttir endaði nummar tvey hjá kvinnum, og bronsuna vann Bjørg Árnadóttir. Tær báðar vóru umleið 20 minuttir aftanfyri Súsannu Skylv.

 


Klaksvík er handan vegin: Jákup Petur Eliassen endaði á 3. plássi í Norðoyggjum, meðan Súsanna Skylv aftur í ár gevur bestu monnunum skarpan gang. Mynd: Ólavur Frederiksen)

 

Sandoyggin karmur um 3. tein

Í kvøld verður súkklað á Sandoynni. Byrjað verður í Húsavík. Leiðin gongur runt Sandsvatn, til Sand, og síðan til Skálavík. Koyrt verður runt í bygdini, áðrenn leiðin aftur gongur runt Sandsvatn. Tá súkklarar hava stríðst seg niðan Brekkuna Stóru, gongur leiðin til Húsavík og víðari til Dals. Tá súkklarar hava vent í Dali, gongur leiðin á mál í Húsavík.

Startur og mál er í Húsavík, og byrjar kappingin kl 18. Tað skulu koyrast góðar 54 kilometrar, áðrenn vinnararnir verða funnir. Tá teinurin er mettur at verða ein tungur teinur at súkkla, fer klokkan at nærkast 20, áðrenn vinnarin verður funnin.

Undan triðja teini er Helgi Winther Poulsen 1 minutt og 17 sekund aftanfyri Paula Poulsen og Niklas Hallgren Niclassen, sum súkklaðu væl á fyrsta teini í Eysturoynni mikudagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956