Millum tøkini: Nýggj kappróðrarsending sjósett í KVF

Millum tøkini: Nýggj kappróðrarsending sjósett í KVF
Kappróðrarárið bleiv av álvara skotið ígongd á Norðoyarstevnu, og í tí sambandi sjósetur KVF í dag nýggja kappróðrasending við Ludvík við Stein sum verti
 
03.06.2025 - 11:38

Tað verður Ludvík við Stein, ið fer at sita við róðri afturi í rong, tá nýggja kappróðrarsendingin í Kringvarpi Føroya, "Millum tøkini", fer av bakkastokki í útvarpinum klokkan 15 seinnapartin í dag. 

Saman við viðmerkjarum og gestum, fer Ludvík við Stein í summar at taka pulsin á kappróðrinum millum FM-róðrarnar.

"Eg helt, at eg skuldi taka eitt tak fyri kappróðurin, og tí segði eg ja til at vera vertur," sigur Ludvík við Stein. 


Ludvík við Stein verður vertur í Millum tøkini (Mynd: Hjalmar Jóhan Juul)
 

Ætlanin er ikki at taka róður fyri róður ígjøgnum í sendingini, sigur verturin, men at taka fatur í nøkur evni, sum hava myndað tann FM-róðurin, ið júst hevur verið.

"Ætlanin er eisini at kava niður í nøkur av teimum viðurskiftum og umstøðum kring kappróðurin, ið eisini hava ávirkan á úrslitini. Fyri at siga tað, sum tað er, so fara vit at nørdast," útgreinar Millum tøkini-verturin. 

Í fyrstu sendingini vera tveir av tungvektarunum í føroyskum kappróðri, Sarita Kristina Hansen og Magnus Norðberg, viðmerkjarar. 

Hoyr samrøðuna við Ludvík við Stein um "Millum tøkini" í sendingini "Summarmorgun" í morgun. 

 

Ludvik_vid_Stein_i_Summarmorgun_03062025

 

FM-stevnurnar 2025
31. mai: Norðoyarstevna
14. juni: Sundalagsstevna í Hvalvík
21. juni: Jóansøka á Tvøroyri
05. juli: Varmakelda í Fuglafirði
12. juli: Fjarðastevna á Skála
19. juli: Vestanstevna í Sørvági
28. juli: Ólavsøka

 

Millum tøkini
Millum tøkini #1: Týsdagin 3. juni
Millum tøkini #2: Týsdagin 17. juni 
Millum tøkini #3: Týsdagin 24. juni 
Millum tøkini #4: Týsdagin 8. juli  
Millum tøkini #5: Týsdagin 15. juli  
Millum tøkini #6: Týsdagin 22. juli  
Millum tøkini #7: Týsdagin 31. juli 

 

Hvat: Millum tøkini
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 15 eftir FM-róðrarnar í summar, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256
Týsdag 9. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201232
Mánadag 8. desember
Heim, kæra heim III (3:3) - teknmálstulkað
201217
Mánadag 8. desember
Veðrið
201202