Læna 15 mió. at keypa og umbyggja bankabygning

Læna 15 mió. at keypa og umbyggja bankabygning
Tvøroyrar kommuna og Føroya banki hava átt bygningin saman, men nú hevur kommunan keypt partin hjá bankanum
Brim arkitektar hava teknað uttanumøkið og innrættingina við Sjógøtu.
 
04.06.2025 - 11:45

Tvøroyrar kommuna skal læna 15 mió. kr. til at keypa og umbyggja bygningin við Sjógøtu.

Kommunan hevur keypt Føroya banka úr bygninginum.

Kommunan og bankin hava átt bygningin saman. Men nú hevur kommunan keypt partin hjá bankanum.

Bankin spurdi í fjør kommununa, um hon vildi keypa bankans part, tí hann hevði ikki brúk fyri so nógvum plássi longur.

Og tað hevur kommunan so gjørt. Prísurin er 4,9 mió. kr.

 

Báðir partar rinda umvælingar

Báðir partar rinda hvør sína helvt av dagføringum og umvælingum.

Og bankin skal leiga verandi avgreiðsluhøli og part av fyrstu hædd fyri 390.500 kr. um árið.

Kommunan ætlar at brúka bygningin við Sjógøtu til kunningarstovu, móttøku, fólkabókasavn, býráðssal og alla umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu. 

 

Endurskoða lán

Umsitingin hjá kommununi endurskoðar lán hjá kommununi.

Hon hevur fingið tilboð frá banka um at endurfíggja lán.

Býráðið samtykti einmælt í gjár at geva umsitingini heimild at taka 15 mió.kr. í láni og heimild at arbeiða víðari við lántøku, sum gevur lægstu rentuna og lagaligastu fíggjarveitingina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891