Morten Harket úr a-ha hevur Parkinson

Morten Harket úr a-ha hevur Parkinson
"Avbjóðingarnar við røddini gera mína listarligu framtíð óvissa," ásannar Morten Harket, oddamaður í a-ha, nú tað er komið fram, at hann hevur fingið Parkinson
Morten Harket, oddamaðurin í a-ha, sum nú almannakunngerð, at hann hevur fingið Parkinson
Mynd: Stian Andersen  
 
04.06.2025 - 14:07

Fólk flest kenna hann sum sterka sangaran og ikoniska oddamanin í heimskenda norska popprokk-bólkinum a-ha. 

Morten Harket er ímyndin av ungdómi, ið er fangaður í eins ikoniska sjónbandalagnum til størsta hittið hjá a-ha, "Take On Me".

Men Morten Harket, sum við árunum er vorðin 65 ára gamla, hevur fimm børn og fleiri abbabørn, hevur nú fingið staðfest Parkinson. 

"Eg havi tað fínt við diagnosuni," sigur Morten Harket í samrøðu við Jan Omdahl á heimasíðuni hjá a-ha.

"Eg havi við tíðini tikið lærdómin hjá 94 ára gamal abba mínum til mín. So hvørt hann viknar, sigur hann bara, at 'eg brúki tað, ið riggar.'" 

 

Les eisini: Morten Harket has Parkinson’s disease

 

Tørv á friði og náum

Inntil í dag er sjúkan hildin privat, men tað er ikki tí, at Morten Harket hevur ampa av at vera opin um sjúkuna. 

"Ein partur av mær hevur ynskt at avdúka tað, tí eg havi tað í grundini fínt við at fáa diagnosuna. Tvørturímóti, so er tað mín stóri tørvur á at fáa frið og náir til at skapa mín tónleik og vera til, sum hevur hildið meg aftur," sigur Morten Harket.

Hann greiðir frá, at hann ger alt, ið hanneri mentur, fyri at steðga likamligu niðurlaðingini.

"Tað er torført at finna javnvágina millum at taka heiligvág og liva við hjáárinunum, ið koma við tí." 

 

Fingið elektrodur í heilan

Parkinson kemur av, at heilakyknurnar, sum framleiða dopamin, fara til grundar, og tað ávirkar tann partin av heilanum, ið samskipar rørslur og umsitur samskiftið millum heilan og vøddarnar.

Hóast sjúkan ikki er deyðilig, so ger hon, at sjúklingurin støðugt versnar við tíðini. 

Morten Harket noyðist at liva við Parkinson restina av lívinum, men heiligvágur og skurðviðgerð á kendu Mayo skurðstovuni í USA hava dempað sjúkutekini.

Í juni 2024 fekk Morten Harket sett elektrodur í vinstra part av heilanum. Í desember saman ár bleiv ein líknandi skurðviðgerð framt á høgru síðu av heilanum.

 

Óviss listarlig framtíð

A-ha oddamaðurin ásannar, at sjúkan ger hansara listarligu framtíð óvissa. Hóast hann likamliga hevur tað gott, so hoyrist sjúkan sera væl á røddini, ið hevur verið sterkasta ljóðførið hjá Morten Harket og a-ha. 

"Avbjóðingarnar við røddini gera mína listarligu framtíð óvissa," ásannar hann, tí tað krevur nógv av honum likamliga at syngja sangir sum "Take On Me", "The Sun Always Shines on T.V.", "Hunting High and Low", “Scoundrel Days”, “Summer Moved On” og “Stay On These Roads”. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Orknleikir ´25 #2
194576
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521