Nýggjur Húsarhaldsskúli eftir summarfrítíðina

Nýggjur Húsarhaldsskúli eftir summarfrítíðina
Húsarhaldsskúlin í Klaksvík hevur havt sítt seinasta skeið á Stoksoyarvegi. Eftir summarferiuna verða skeiðini í spildurnýggja bygninginum í miðbýnum við Sandin
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum.
 
07.06.2025 - 17:43

 

Tað hava verið eini 13.000 fólk tilsamans, sum hava verið  á skeiði á Húsarhaldsskúlanum á Stoksoyravegi.

Tað sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum.

Men nú verður hann søga. Tí eftir summarfrítíðina verður nýggi og stásiligi Húsarhaldsskúlin tikin í nýtslu. 

Samlaði kostnaðurin fyri nýggja Húsarhaldsskúlan er 85,6 mió. kr., íroknað ráðgeving, projektering og aðrir avleiddir kostnaðir.

Landið stuðlar verkætlanini við 37,3 mió. kr. sum studningslán, umframt 5 mió. kr. til innbúgv og útbúnað.

Jóhanna á Tjaldrafløtti sigur, at kostnaðurin heldur.

 

35 næmingar

Í nýggja skúlanum verður pláss til 35 næmingar samanborið til 21 í dag.

Næmingarnir búgva á skúlanum í dupultkømrum við vesi og brúsu.

Nógvir aðrir møguleikar vera eisini við nýggju hølunum.


Nýtt navn

Húsarhaldsskúlin skal hava nýtt navn, og seinastu tíðina hava fólk havt møguleika at senda inn uppskot til nýtt navn fyri skúlan. 

- Hetta er ein nýggj byrjan og ein staðfesting av, at navnið kanska ikki er so tíðarhóskandi longur, sigur Jóhanna á Tjaldraflótti.

Hópin av uppskotum eru komin inn, og navnið verður kunngjørt í samband við, at bygningurin alment verður tikin í nýtslu í september.
 

 

1747681


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810