Lækni: Ísraelskir hermenn skjóta børn í Gasa

Lækni: Ísraelskir hermenn skjóta børn í Gasa
Mimi Syed hevur í tveimum umførum verið í Gasa - ein mánað í senn
Mimi Sayed hevur arbeitt sum lækni í Gasa í tveimum umførum.
 
13.06.2025 - 14:34

- Ísraelskir hermenn skjóta smábørn í Gasa.

Tað sigur læknin, Mimi Syed, sum hevur verið í Gasa í tveimum umførum,  ein mánað í senn.

Mimi Syed hevur luttikið í dokumentarsending, sum Al Jazeera Fault Line hevur gjørt, har niðurstøðan er, at børn í Gasa eru mál hjá ísraelskum hermonnum.

Hon er ein av 20 læknum, sum úttala seg í heimildarfilminum.

Læknarnir siga seg allir uppliva sama mynstur. 

Mimi Syed hevur sjálv tikið ímóti 18 børnum, sum hon hevur staðfest eru skotin. Tað eydnaðist at bjarga einum av hesum 18 børnunum.

Sambært Mimi Syed eru 86 % av teimum særdu, sum koma inn børn. Tey flestu eru børn undir 12 ár.

Mimi Syed var í Breddanum fyrrapartin: 

 

13062025_Mimi

 

 

 

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386