Putin vil tosa við Zelenskyj

Putin vil tosa við Zelenskyj
Russiski forsetin hevur eisini boðið sær til at vera semingsmaður í stríðnum millum Ísrael og Iran
Russiski forsetin, Vladimir Putin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.06.2025 - 14:29

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur seg vera til reiðar at tosa um frið við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Putin hevur í nátt tosað við altjóða jornalistar í fleiri tímar, har hann millum annað segði seg vera til reiðar at tosa um frið, og at hann ongantíð hevur ætlað at lopið á eitt Nato-land.

Sambært danska kringvarpinum bjóðaði russiski forsetin sær eisini til at vera semingsmaður millum Ísrael og Iran. 

Russland verður mett at hava góð viðurskifti við bæði Iran og Ísrael, men er serliga knýtt at Iran, bæði fíggjarliga og hernaðarliga.

Spurdur, um Russland fer at hjálpa Iran í krignum móti Ísrael, svaraði Putin, at Iran ikki hevur biðið um hjálp. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur sambært dr.dk,  at Putin kann taka sær av at skapa frið hjá sær sjálvum fyrst.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858