Ferðafólk farið fyri borð á Norrønu

Ferðafólk farið fyri borð á Norrønu
Dagført: Norrøna, sum hevur ligið still sunnanfyri Mandal síðan klokkan 19, tí eitt ferðafólk fór fyri borð, er eftir boðum frá norsku myndugleikunum farin aftur at sigla
Norska bjargingartænastan var skjót á staðið at hjálpa til at leita eftir ferðafólkinum, sum fór fyri borð á Norrønu í kvøld
 
28.06.2025 - 20:20

Dagført: Smyril Line sendi klokkan átta í kvøld út kunnning um, at eitt ferðafólk er farið fyri borð á Norrønu um sjey-tíðina føroyska tið í kvøld.

Hetta hendi millum 10 og 15 fjórðingar sunnanfyri norsku strondina ímillum Lindesnes og Mandal, og Norrøna legði stilt alt fyri eitt fyri at leita eftir ferðafólkinum.

Kringvarpið fekk orð á Jens Meinhard Rasmussen, stjóra í Smyril Line og reiðara á Norrønu, og hann váttaði hendingina, sum felagið eisini ger í kunningarskrivinum.

- Skiparin fekk um sjey-tíðina í kvøld boð um, at ein persónur var farin fyri borð á Norrønu, og hann gjørdi tí alt fyri eitt av at leggja stilt og seta leiting í verk, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Spurdur, svarar hann, at fólk hava sæð persónin fara fyri borð, so tí var í grundini einki at ivast í, tá boðini komu. 

Skipið steðgaði alt fyri eitt og setti eina leiting í gongd, og samstundis gjørdi Petur av Vollanum, skipari tað, sum skal gerast í slíkum førum, hann boðaði øllum relevantum myndugleikum frá.

- Norsku myndugleikarnir fingu boð beinanvegin, og Hovedretningscentralen gjørdi alt fyri eitt av at senda bæði tyrlu og leitingarskip og -bátar út at hjálpa til, og eisini onnur skip í økinum hjálpa til við leitingini, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line.

Hann fær ikki sagt so øgiliga nógv meira í verandi løtu, og hann sigur sum felagið ger í kunningarskrivinum, at meira kunning kemur seinni.

Tá nakað slíkt hendir á einum skipi undir føroyskum flaggi, so fær føroyska løgreglan boð, tí hon er myndugleiki umborð. Tað eru tó norsku myndugleikarnir, sum standa fyri leitingini, og tað eru í hesum føri eisini norskir myndugleikar, sum endaliga gera av, hvussu leingi leitað verður, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Hann leggur tó afturat, at myndugleikarnir sjálvandi samskifta sínamillum, men tað eru norskir myndugleikar, sum eiga seinasta orðið í leitingini.

- Tað, sum beint nú hevur hægstu raðfesting er at bjarga mannalívi, so tí verður øll orka brúkt uppá tað beint nú, og so kemur alt annað í aðru røð, sigur vakthavandi á støðini í Havn.

---

Dagføring frá Smyril Line klokkan 21:07:

Leitingin eftir ferðafólkinum, sum fór fyri borð um sjey-tíðina í kvøld, heldur fram, men tað er nú uttan Norrønu, skrivar Smyril Line í nýggjum kunningarskrivi.

- Eftir boðum frá norsku mynduleikunum fór Norröna aftur í sigling kl. 21.00, skrivar Smyril Line í nýggja kunningarskrivinum.

Norrøna, sum er í fastari sigling millum Føroyar, Danmar og Ísland, verður á Havnini sunnukvøldið, verður sagt í skrivinum.

Smyril Line boðar eisini frá, at avvarandi hjá viðkomandi ferðafólki hava fingið boð um hendingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933