U21-menninir triðbestir í heiminum

U21-menninir triðbestir í heiminum
Føroysku U21-hondbóltsmenninir reistu seg eftir hálvfinaluvónbrotið og vunnu dystin um bronsuheiðursmerkini ímóti Svøríki
Føroyingarnir fegnast eftir at hava vunnið søguliga bronsu til HM-endaspælið í Póllandi. Triðbestir í heiminum.
Mynd: Images: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo  
 
29.06.2025 - 18:27

Føroysku U21-hondbóltsmenninir reistu seg eftir stóra hálvfinaluvónbrotið og vunnu bronsudystin ímóti Svøríki.

Teir 80 hádramatisku minuttirnir ímóti Portugal og kanska øll kappingin sum heild, sótu í beinunum fyrstu løtuna, meðan Óli Mittún mátti spæla við umbundnum høvdi, eftir snuddin hann fekk síðstu løtuna ímóti portugisum.

Sviar løgdu seg framum fyrstu løtuna, men tað tók kortini ikki so langa tíð, áðrenn bæði bein og høvd vóru í fullum snúningum.  

Aleksandar Lacok bjargaði meir og meir, meðan Óli Mittún aftur hesa ferð svingaði dirigentstokkinum í álopinum. Eftir trimum árum í IK Sävehof vistu sviar, hvat fótfimi bakspælarin stendur fyri, men hann sendi teimum eina seinastu áminning í bronsudystinum í dag.

 


Óli Mittún var flúgvandi ímóti Svøríki, og mann vera eitt gott boð upp á besta spælaran í HM-kappingini. (Mynd: Images: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

 

Skot, innspøl til strikuna og bóltar út á veingin fóru flúgvandi um høvdið hjá svium, sum lítið og einki fingi gjørt fyri at steðga teimum. 

Í verjuni fingu føroyingarnir alsamt betur tak í styrimanninum Axel Månsson í einum fyrra hálvleiki, sum endaði 12-12.

 


Aleksandar "Sasha" Lakoc spældi enn ein stórdyst og var kosin til dagins mann eftir dystin. Hann endaði við einum bjargingarprosenti upp á 33%. (Mynd: Images: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

 

Fóru frá gulu grannunum

Góða gongdin hjá føroyingunum helt fram eftir steðgin. Gamaní fingu sviar nakrar góðar minuttir beinanvegin, tá føroyingarnir høvdu ilt við at raka málið, men skjótt var kósin rættað.

Føroyar spældu væl og tóku seg fimm mál framum onkra løtu, og hóast sviar gjørdu sítt ítasta, var tað ov nógv til at hála innaftur.

 


IK Sävehof-menninir vóru aftur hesaferð í miðdeplinum. Óli Mittún fer nú víðari til GOG, meðan Ísak Vedelsbøl verður verandi í svensku deildini. Spurningurin er bara: hvussu leingi. (Mynd: Images: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

 

Tað var hóskandi Ísak Vedelsbøl, sum misnýtti avgerandi brotskastið í hálvfinaluni, ið setti punktum fyri Føroyar við nýggjari roynd úr sjey metrum. Hesa ferð fór bólturin í málið, og hóast sviar minkaðu um munin niður í eitt, fóru Føroyar avstað við bronsuni.

 Tað sást týðiliga, at tað hevði stóran týdning fyri unguhondbóltsúrmælingarnar. Sanniliga eitt flott punktum hjá hesum árganginum, sum nú kann kalla seg triðbesta U21-hondbóltslandslið í heiminum. 

 

Katowice, Pólland (HM-edanspæl, bronsudystur)

Føroyar - Svøríki, 27-26 (12-12)

Føroyskir málskjúttar: Óli Mittún: 9 (1), Ísak Vedelsbøl 6 (1), Trúgvi Hávardsson 2 (2), Óla Jákup Gaard Olsen 2, Rókur Ziskason 2, Tóki Friðriksson 1, Sofus í Selvindi Nattestad 1, Niklas Gaard 1, Búi Djurhuus Poulsen 1, Høgni Heinason 1, Høgni Højsted 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173