Burðardygd fyri gisting

Burðardygd fyri gisting
Gistingargjaldið í lógini um burðardygga ferðavinnu skal nú eita burðardygdargjald
Seglbátar vera nú stuttleikabátar í kunngerðini um burðardygga ferðavinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.07.2025 - 09:13

Gistingargjaldið í lógini um burðardygga ferðavinnu skal nú eita burðardygdargjald.

Tað sigur broytingaruppskot hjá landsstýrinum, sum er sent til hoyringar.

Gjaldið verður tó óbroytt, 20 kr. fyri náttina, gist verður í Føroyum, men tó ikki meira enn 200 kr. 
tilsamans.

Og orðið seglbátar skal broyast til stuttleikabátar.

Avrokning

Neyvari ásetingar um avrokning koma eisini.

Ásett verður í broytingaruppskotinum, at burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið.

Taks fær heimild til at krevja upplýsingar og roknskapartilfar.

Og ásetingar eru um rentu, innheinting, panting og afturhald í inntøku.

Revsiásetingin verður broytt samsvarandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815