Kina svarar ES aftur

Kina svarar ES aftur
Kinesisku myndugleikarnir hava nú sett bann fyri, at europeiskar fyritøkur sleppa at bjóða upp á ávísar sáttmálar í Kina
Tilvildarliga vald mynd
 
06.07.2025 - 18:00

Kina hevur nú sett forboð fyri, at evropeiskar fyritøkur kunnu fáa sáttmálar við kinesiska statin um heilivágsútgerð.

Tað skrivar Reuters.

Talan er um sáttmálar, sum ivaleyst høvdu komið væl við hjá evropeisku fyritøkunum, tí tað eru sáttmálar, sum eru størri enn 45 milliónir Yuan, sum svarar til slakar 40 milliónir krónur, sum evropeisku fyritøkurnar ikki sleppa at bjóða uppá, skrivar dr.dk.

Kinesiska forboðið er eitt aftursvar til eitt líknandi forboð, sum ES lýsti í juni í ár. Tá gjørdi ES-myndugleikin av, at kinesiskar fyritøkar ikki sluppu at bjóða uppá sáttmálar uppá heilivágsútgerð, sum eru størri enn fimm milliónir evrur. Eisini hevur ES gjørt av, at tey boð, sum kinesiskar fyritøkur vinna eru avmarkað á tann hátt, at í mesta lagi helvtin av tí, sum hoyrir til tilboðið, kann koma úr Kina.

Tað skrivar Euronews.com.

Grundgevingin hjá ES at seta forboðið í verk var, at evropeiskar fyritøkur sambært ES ikki hava rímiliga atgongd til kinesiska marknaðin. 

Og tað var væntandi, at Kina fór at svara aftur, skrivar DR.

Trýst á leinki og hoyr innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða.

1752506

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339