Í myndum: Góða gongdin helt fram týsdagin

bannari
Í myndum: Góða gongdin helt fram týsdagin
Fimleikurin hevði frí týsdagin, men bogaskjóting, frælsur ítróttur og svimjing syrgdu fyri, at Føroyar varðveittu fremsta plássið á medaljutalvuni. Dánial Olsen tók myndirnar
Elisabeth Erlendsdóttir var størsta stjørnan í hylinum í Kirkwall. Hon gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt oyggjaleikamet
Mynd: Dánial Olsen  
 
15.07.2025 - 21:52

Fimleikurin, sum var stóri finaluslúkurin mánadagin á oyggjaleikunum, hevði frí, men bogaskjóting, frælsur ítróttur og ikki minst svimjing syrgdu fyri, at Føroyar framvegis eru fremstar á medaljutalvuni.

Føroysku íðkararnir tykjast trívast væl undir sólini í Kirkwall frammanfyri teimum harðmæltu viðhaldsfólkunum, og í svimjihøllini halda metini fram við at koma. 

 


Jónas Gunnleivsson Isaksen hátíðarhelt gullið á 400 metrum við at renna seg í finaluna á 200 metra teininum. Finalan verður í morgin, og kappingin frá m.a. Menorka verður gróthørð.

 


Nógv fólk var á Picky-leikvøllunum í dag, og eisini føroyski tjóðfuglurin var møttur fyri at stuðla føroysku íðkarunum.

 


Dream team: Jóannes Poulsen og Anja Eydnudal vunnu gull í head to head-kappingini fyri blandað pør, hóast tað varð heldur nervapirrandi ímóti endanum.

 


Nervapirrandi var tað eisini í svimjihylinum, men Elisabeth Erlendsdóttir helt høvdið kalt, og setti nýtt oyl-met í 100 metur rygg. Hon var eisini partur av stafettini við kvinnum, sum vann 50 metur blandađ.

 


Tað gekk akkurát ikki at fáa heiðursmerki hjá Elisabet Holm Simonsen í longdarlopi. Hon endaði nummar fýra, og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar nummar seks í finaluni.

 


Hinvegin gekk upp á stás hjá Maria Biskopstø, sum tryggjaði sær sítt fyrsta oyggjaleikagull. Eitt mál, hon hevur havt leingi, segði fegn íðkarin eftir renningin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337