Gjaldskortini rigga ikki

Gjaldskortini rigga ikki
Skipanin hjá NETS riggar ikki í løtuni, og tí ber ikki til at keypa við gjaldskorti. Óvist er, hvør trupulleikin er og nær, hann verður rættaður
 
19.07.2025 - 19:33

Hvørki gjaldsskipanin hjá NETS ella heimasíðan hjá NETS rigga í løtuni. Óvist er, hvør trupulleikin er, men hann rakar øll norðurlond.

NETS kannar í løtuni, hvør trupulleikin er og kemur við nærri boðum, tá trupulleikin er funnin, sigur Søren Winge, pressutalsmaður hjá NETS við Ritzau.

Tað ber til hjá handlum at seta kortterminalarnar í eina støðu, har teir ikki hava samband við netið. Tá kann bera til at gjalda við VISA, men Mastercard rigga tó ikki, upplýsir NETS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655