Virðið á partabrævinum endaði á 393 norskum krónum

Virðið á partabrævinum endaði á 393 norskum krónum
Partabrævið í Bakkafrosti sveiggjaði nógv í keypsskálanum í Oslo í síðstu viku
Tá vikan byrjaði, kostaði partabrævið í Bakkafrosti 468,60 kr., men tað endaði á 393 kr.
 
21.07.2025 - 13:26

Partabrævið í Bakkafrosti endaði á 393 norskum krónum í keypsskálanum í Oslo í síðstu viku.

Tá vikan byrjaði, kostaði partabrævið 468,60 kr.

Eina ferð týsdagin var tað uppi á 480,20 kr.

Tá keypsskálin læt aftur týsdagin, var kursurin 473,20 kr.

Men so kunngjørdi Bakkafrost ringt úrslit í øðrum ársfjórðingi.

Og tá keypsskálin læt upp mikumorgunin, var partabrævið vert 401 krónu.

Tað er síðani farið upp og niður tað, sum eftir var av vikuni. Tað hægsta var 404,20 kr. Tað var mikudagin.

Og tað endaði á 393 krónum fríggjadagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558