Jacob Vestergaard: Landsstýrið ger tað rætta

Jacob Vestergaard: Landsstýrið ger tað rætta
Vit halda okkum til fiskiveiðisáttmálan við Russland, og vit eiga at halda gjørdar avtalur, sigur fólkafloksumboðið í uttanlandsnevndini
Jacob Vestergaard, limur í uttanlandsnevndini, heldur, at landsstýrið hevur handfarið málið um skipini hjá russisku fyritøkuni, Murman Seafood, rætt.
 
22.07.2025 - 12:15

Limir í uttanlandsnevndini eru ójavnir á máli, um hvussu landsstýrið hevur handfarið málið um skipini hjá svartlistaðu russisku fyritøkuni, Murman Seafood.

Ein av limunum, sum er púra samdur við landsstýrið, er Jacob Vestergaard, sum umboðar Fólkaflokkin í nevndini. Hann heldur, at landsstýrið ger tað rætta:

- Vit halda okkum til fiskiveiðisáttmálan við Russland, og vit eiga at halda gjørdar avtalur, sigur hann. 

Jenis av Rana í Miðflokkinum, Bárður á Steihg Nielsen í Sambandsflokkinum og Sólvit Nolsø í Framsókn, sum eisini eru í uttanlandsnevndini, hava hinvegin funnist at landsstýrinum fyri einki at gera í hesum málinum. 

Formaðurin í uttanlandsnevndini, Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, gevur harafturímóti landsstýrinum sín stuðul, og vísir á, at landsstýrið má fáa tíð at arbeiða.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22072025_Jacob_Vestergaard



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025